2026-06-14 20:35
Kvøldarsólin skein Inni í Vika í kvøld tá AB tók ímóti stórabeiggja úr Havn, HB. Argjamenn hava verið væl við higartil í ár og í kvøld koyrdu teir salt í sárið hjá HB, sum hevur havt laka úrtøku.
AB vann 3-1 og strýkur sostatt framvið HB á stigatalvuni. Argjamenn hava 17 stig á fimta plássi og HB hava 15 stig á sætta plássi.
Sí myndir av Argjum:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald