Eins og í 2025, høvdu Hákun West av Teigum og Füchse Berlin uppiborið spælt seg í Champions League-finaluni. Men eins og í fjør, var týska høvuðsstaðarfelagið við undirlutan alla finaluna.
Fyri steðgin megnaði Füchse als ikki at tálma skjóta álops- og kontraspælinum hjá Barca. Eisini gav ágangandi verjan katalanska felagnum, og serliga Emil Nielsen í málinum, høvuðbrýggj. Nielsen byrjaði beinanvegin at "pilka skot", og fyrst var tað frá heimsins besta hondbóltsspælara. Mathias Gidsel skoraði ikki hansara fyrsta mál fyrrenn eftir 24 minuttir. Danin syrgdi tó við frálíkum máli í seinastu sekundunum fyri steðgin fyri, at munurin eftir 30 minuttir ikki var størri enn fýra mál (20-16).
![]()
Tað var upp og niður hjá Gidesl, sum varð toppskjútti í finaluni (Mynd: Ronny Hartmann/AFP/Ritzau Scanpix)
Füchse Berlin byrjaði betri í 2. hálvleiki, og hóast Barcelona skjótt aftur fekk eina størri leiðslu, fall týska liðið ikki í fátt. Trupulleikin var bara, at tað ongantíð eydnaðist at steðga Luis Frade, Blaz Janc og hinum í nóg stóran mun. Eisini hóast Milosavljev í málinum hevði nakrar stórar bjargingar í 2. hálvleiki - og tólv samanlagt.
Emil Nielsen vann tó málverjutvídystin (14 bjargingar og betri prosentir). Samanlagt var tað eitt sindur ov óhvasst í nøkrum støðum hjá Berlin: Gidsel megnaði at gerast toppskjútti, men blakaði eisini nakrar bóltar burtur, sum kostaðu. Lasse Andersson brendi heldur nógv í sínum seinasta dysti fyri felagið, meðan Emil Nielsen stórspældi í seinasta dystinum fyri Barcelona. Samanlagt hevði danski málverjin, sum í summar skiftir til Veszprém, gott tak á vongskotunum hjá týska liðnum
Emil Nielsen bjargar eitt av skotunum hjá Freihöfer (Mynd: Ronny Hartmann/AFP/Ritzau Scanpix)
![]()
Her sæst Emil Nielsen við steypinum eftir sín seinasta dyst - og seinasta stóra avrik hansara fyri Barca (Mynd: Ronny Hartmann/AFP/Ritzau Scanpix)
Serliga hevði Tim Freihöfer trupulleikar - brendi seks av 13 skotum. Emil Nielsen stórbjargaði eisini tveimum royndum hjá Hákuni West av Teigum tíðliga í 2. hálvleiki. Føroyingurin varð næstbesti toppskjútti hjá Füchse í Champions League-finaluni í fjør. Í dag skoraði Hákun tvey mál, tá hann vísti sinnisliga styrki og dygdir tvey álop á rað seint í dystinum.
Hetta var til 33-31 og 34-32, og tað var við at halda Füchse Berlin inni í dystinum. Tað rakk tó ikki. Barcelona vann 37-34 og er Champions League-vinnari á 12. sinni - tað er met. Hetta var eisini fjórðu ferð seinastu seks árini, at spanska stórfelagið vann størstu evropeisku kappingini.
Enn eitt silvurheiðursmerki hjá Hákuni West av Teigum og liðfeløgunum, men eitt flott ár: Nummar tvey í Bundesliguni eisini, og harvið í Champions League næsta ár eisini, og so gjørdist liðið týskur steypavinnari.
Vónbrotnir Füchse-spælarar- Hákun sæst uttast til vinstru við silvurheiðursmerkinum- Høgri vongurin hevði eitt gott Champions League-ár við 54 málum (Mynd: Thilo Schmuelgen/Reuters/Ritzau Scanpix)
![]()
Slovenarnir Domen Makuc og Blaz Janc, sum vóru við at gera enda á Føroyum undir EM-endaspælinum, gjørdu bart fyri Barca. Makuc (nummar 35) varð kosin MVP í Final Four - tó at tað helst var Emil Nielsen sum var mest virðismikli spælarin í finaluvikuskiftinum. Makuc skiftir nú til Kiel (Mynd: Thilo Schmuelgen/Reuters/Ritzau Scanpix)
Sí hæddarpunktini úr Köln her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald