Kongaliga spanska høvuðsstaðarfelagið, Real Madrid, er farið undir at styrkja seg til komandi kappingarár.
Í dag boðaði felagið frá, at tað hevur gjørt seks ára sáttmála við 27 ára gamla spanska verjuleikaran, Marc Cucurella, sum seinastu fýra kappingarárini hevur spælt við Chelsea í Onglandi.
Verjuspælarin við stóra hárinum kemur tó ikki at venja saman við hópinum hjá Real Madrid beinanvegin. Hann er nevniliga í USA sum partur av spanska landsliðshópinum til heimsmeistarakappingina.
Cucurella er annars upprunaliga Barcelona-spælari, tó uttan av spæla nakran dyst við besta liðnum. Hann spældi við Eibar og Getafe áðrenn hann í 2021 flutti til Onglands at spæla við Brighton & Hove Albion – árið eftir gjørdi hann sáttmála við Chelsea.
Spania spælir sín fyrsta dyst í kappingini seinnapartin í dag. Dysturin, ið verður spældur í Atlanta, Georgia, byrjar klokkan 17, og er móti Kapo Verde, Grønhøvdaoyggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald