Tað gingu søgur í gjár um, at Tunesia hevði ætlanir um at senda venjaran heim, eftir at liðið tapti fyrsta dyst sín í HM kappingini 5-1 móti Svøríki.
Nú er tað alment. Tunesiska fótbóltssambandið hevur váttað tíðindini á Instagram.
- Tunesiska fótbóltssambandið skal boða frá, at høvuðsvenjarin, Sabri Lamouchi, eftir sínámillum avtalu gevst í starvinum, og ynskir honum alla møguliga eydnu í framtíðar yrkisleiðini, stendur í fráboðanini.
Sabri Lamouchi varð settur venjari í januar og náddi sostatt at standa á odda fyri Tunesia í fimm dystir.
Reuters veit at siga, at franski Hervé Renard, sum var venjari hjá Saudiarabia til HM 2022, verður nýggjur tunesiskur landsliðsvenjari.
Sambært miðlinum ESPN, er fraklendingurin á veg til Meksiko, og verður har seinnapartin, so at hann kann standa fyri venjingini í Monterrey i kvøld. Tunesia hevur Japan og Niðurlond eftir at spæla ímóti í bólkaspælinum.
Hetta verður sostatt triðja HM-kappingin á rað, at Renard er venjari – fyri Marokko í 2018 og Saudiarabia í 2022. Hann fekk sekkin sum saudiarabiskur venjari 17. apríl í ár. Hann hevur eisini vunnið afrikanska meistaraheitið tvær ferðir sum venjari – fyri Sambia í 2012 og Fílabeinsstrondina í 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald