Fótbóltur

Champions League: KÍ fekk dreyma lutakast

Greipuvinnararnir skulu í juli royna at spæla seg móti FC Atert Bissen úr Luksemborg, sum ikki hevur spælt í evropeiskari kapping áður. Byrjað verður í Klaksvík 7. ella 8. juli.

KÍ vann heimadystin 2-0, tá meistaralið úr Luksemborg vitjaði. 2-0 varð eisini endaliga úrslitið í uppgerðini (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ vann heimadystin 2-0, tá meistaralið úr Luksemborg vitjaði. 2-0 varð eisini endaliga úrslitið í uppgerðini (Mynd: Sverri Egholm)

2026-06-16 15:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2024 vann KÍ samanlagt 2-0 á Differdange 1. umfari í Champions League, og í ár skal KÍ aftur royna seg móti meistaraliði úr Luksemborg í stóru kappingini.

Hetta er greitt eftir lutakastið í Nyon, sum júst er liðugt.

[object Object]
Árni Frederiksberg skoraði bæði málini móti Differdange í fyrra dystinum millum meistaraliðini úr Føroyum og úr Luksemborg í 2024. 2-0 varð eisini endaliga úrslitið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

FC Atert Bissen vann meistaraheitið fyri stuttum - í tættari kapping við júst Differdange. Bert málúrtøka skilti liðini.

Felagið er peningasterkt við einari rúgvu av útlendskum spælarum í hópinum, og vann meistaraheitið árið eftir uppflytingina. FC Atert Bissen hevur ikki spælt evropeiskar dystir áður.

Tískil kann vera heldur ilt at meta um styrkina á mótstøðuni, men deildin í Luksemborg er styrkismett nakað lægri enn tann í Føroyum, og vantandi evropeiskar royndir kunnu merkjast. At KÍ fekk Bissen heldur enn enn Levski Sofia úr Bulgaria ella ungarsku meistarararnir, er á pappírinum ógvuliga væl sloppið.

Eftir teimum sjey møguleikunum, sum komu í dag, kann metast, at bert Sutjeska úr Montenegro, ið KÍ sendi út úr Conference League í 2022, var ein betri møguleiki. 

Byrjað verður í Klaksvík 7. ella 8. juli. Liðini spæla seinna dystin í Luksemborg vikuna aftaná; 14. ella 15. juli. Samanlagdi vinnarin kemur til 2. umfar í Champions League, meðan taparin fer í Conference League.

Lutakastið til 1. umfar í Conference League, har NSÍ og Víkingur eru við, byrjar klokkan 17

Til ber at fylgja við her

Sí eisini: Lutakast til Champions League klokkan 15 og Conference League klokkan 17

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder