Føroyska hondbóltslandsliðið skal til HM 2027 í Týsklandi, og áhugin er størri enn nakrantíð. Tíverri er tað nærum ógjørligt at fáa fatur á atgongumerkjum til dystirnar í Magdeburg, men Eventz hevur funnið eina fantastiska loysn.
Kom við til millumrunduna í Hannover
Eventz hevur tryggjað sær eitt av bestu hotellunum mitt í hjartanum av Hannover, og vit hava eisini fingið fatur á atgongumerkjum til millumrunduna.
Hetta er við í pakkanum:
- Beinleiðis flogferð við Atlantic Airways Føroyar – Hannover – Føroyar
- 6 nætur á 4-stjørna IntercityHotel Hannover (Rosenstraße)
- Bussflutningur millum flogvøll og hotell báðar vegir
- Atgongumerki í CAT 2 til tríggjar HM-dystir
- Føroyskt fjepparaøki, har vit sita saman
Dystir:
20. januar 2027
22. januar 2027
24. januar 2027
Ferðatíðarskeið:
19. – 25. januar 2027
Áhugin er sera stórur, og tað eru bara 80 pláss tøk.
Meira kann lesast um ferðina á eventz.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald