KÍ fekk enn eitt lutfalsliga heppið úrslit, tá tað í morgun varð lutakast um hvussu spælt verður í øðrum undanumfari í Champions League.
Í gjár gjørdist greitt, at KÍ skal spæla móti meistarunum úr Luksemburg, Atert Bissen. Tað var mett sum eitt rættiliga gott lutakast, men óvist er hvussu sterkt hetta liðið er. Atert Bissen gjørdist meistari í Luksemburg fyri fyrstu ferð í søguni, enntá sum uppflytarar, og hevur ongantíð fyrr spælt evropeiskar dystir.
Um so er, at tað eydnast KÍ at vinna á luksemburgsku meistarunum í tveimum dystum í juli, so skulu klaksvíkingar um ólavsøkumundið spæla ímóti vinnarunum av dystinum litavisku meistararnar Kauno Zalgiris og Drita úr Kosovo.
Hetta var eisini mett sum eitt heppið lutakast, tí møguleikar vóru fyri at møta nógv sterkari mótstøðu, eitt nú Reyðu Stjørnu úr Serbia og Lech Poznan úr Polandi.
Svensku meistararnir Mjällby, har Áki Samuelsen er ein av leikarunum, skulu møta vinnarunum av dystinum millum meistararnar úr Gibraltar og Andorra.
Víkingur Reykjavík, har Gunnar Vatnhamar, skal – um teir vinna á Gyor úr Ungarn í fyrsta umfari, møta Hapoel Be’er Sheva úr Ísrael.
Hendir tað, at KÍ tapir fyrsta undandystirnar í Champions League, so spælir liðið víðari í Conference League.
Lutakastið um hvussu liðini møtast í øðrum umfari verður klokkan 13. HB er við í hesum lutakastinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald