Teresa Jacobsen hevur seinastu árini gjørt vart við seg í HB og eisini spælt sínar fyrstu seks A-landsdystir.
Nú 19-ára gamli verjuspælarin við álopskendu dygdunum er uppvaksin í EB/Streymi men hevur sínðani ment seg væl víðari í HB. Nú skal hon víðari.
Teresa Jacobsen spældi sín seinasta dyst fyri HB í gjár ímóti 07 Vestur. Og har gjørdi hon ikki mætari enn at skora avgerandi málið til 2-1.
Nú leiðin gongur til USA, har Teresa skal sameina útbúgving og fótbólt.
- Tað er ikki ordiliga gingið upp fyri mær, sigur hon millum annað í samrøðu við almennu síðuna hjá HB, sum RSmediasport stóð fyri.
Hoyr hana ovast ella á Youtube-síðuni hjá Havnar Bóltfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald