Fyrsta vikan og fyrsta umfarið í HM-endaspælinum eru farin afturum, og harvið hava øll 48 londini roynt seg.
Spania var fyri skelki sunnukvøldið, tá Kap Verde tryggjaði sær sítt fyrsta HM-stig higartil við málleysum javnleiki móti evropameistarunum.
Portugal, við Ronaldo, Ferneandes og øðrum, spældi eisini javnleik móti afrikanskum landið í gjár, og Sveis fekk bert eitt stig móti Katar, sum skrivaði søgu í Santa Clara.
Nøkur stór nøvn hava tó sligið til: Erling Haaland skoraði tvær ferðir og legði upp einaferð í 4-1 sigrinum hjá Noreg á Irak - tí fyrsta endaspælssigrinum hjá landinum síðani ár 2000.
Sama kvøld skoraði Kylian Mbappé í 3-1 sigrinum á Senegal og er nú franskur HM-toppskjútti samanlangt við 14 málum.
Lionel Messi hevur nú flest HM mál samanlagt; hetta saman við Miroslav Klose. Tað syrgdi 38-ára gamli gandakallurin fyri við hattrikki móti Algeria. Ein sonn fótbóltsframsýning.
![]()
Messi í hopla móti Algeria mikunáttina í Kansas (Mynd: Roberto Schmidt/AFP/Ritzau Scanpix)
Í dag byrjar 2. umfar í bólkaspælinum
Niðanfyri síggjast støðurnar í teimum tólv bólkunum eftir 1. umfar; umframt næstu dystirnar
Bólkur A:
1. Meksiko 3 stig
2. Suðurkorea 3 stig
-------------------------
3. Kekkia 0 stig *
4. Suðurafrika 0 stig
Í dag, hósdagin 18. juni:
17.00: Kekkia - Suðurafrika
Í nátt, fríggjadagin 19. juni
02.00: Meksiko - Suðurkorea
Bólkur B:
1. Sveis 1 stig
2. Kanada 1 stig
-------------------------
3. Katar 1 stig *
4. Bosnia - Hersegovina 1 stig
Í dag, hósdagin 18. juni:
20.00: Sveis - Bosnia&Hersegovina
23.00: Kanada - Katar
Bólkur C:
1. Skotland 3 stig
2. Brasilia 1 stig
------------------------
3. Morokko 1 stig *
4. Haiti 0 stig
Í morgin, fríggjadagin 19. juni:
23.00: Skotland - Marokko
Leygarnáttina, leygardagin 20. juni:
01.30: Brasilia - Haiti
Bólkur D:
1. USA 3 stig
2. Avstralia 3 stig
-----------------------
3. Turkaland 0 stig *
4. Paraguay 0 stig
Í morgin, fríggjadagin 19. juni:
20.00: USA - Avstralia
Leygarnáttina, leygardagin 20. juni:
04.00: Turkaland - Paraguay
Bólkur E
1. Týskland 3 stig
2. Fìlabeinsstrondin 3 stig
------------------------
3. Ecuador 0 stig *
4. Curacao 0 stig
Leygardagin 20. juni:
21.00: Týskland - Fìlabeinsstrondin
Sunnunáttina 21. juni:
01.00: Ekvador - Curacao
Bólkur F:
1. Svøríki 3 stig
2. Niðurlond 1 stig
----------------------
3. Japan 1 stig *
4. Tunisia 0 stig
Leygardagin 20. juni:
18.00: Niðurlond - Svøríki
Sunnunáttina 21. juni:
05.00: Tunesia - Japan
Bólkur G
1. Belgia 1 stig
2. Egyptaland 1 stig
---------------------
3. Iran 1 stig *
4. Ný Sæland 1 stig
Sunnudagin 21. juni:
20.00: Belgia - Iran
Mánanáttina 22. juni:
02.00: Ný Sæland - Egyptaland
Bólkur H
1. Spania 1 stig
2. Kap Verde 1 stig
----------------------
3. Saudi Arabia 1 stig *
4. Uruguay 1 stig
Sunnudagin 21. juni:
17.00: Spania - Saudiarabia
Sunnudagin 21. juni:
23.00: Uruguay - Kap Verde
Bólkur I
1. Noreg 3 stig
2. Frakland 3 stig
---------------------
3. Senegal 0 stig *
4. Irak 0 stig
Mánadagin 22. juni:
22.00: Frakland - Irak
Týsnáttina 23. juni:
01.00: Noreg - Senegal
Bólkur J
1. Argentina 3 stig
2. Eysturríki 3 stig
--------------------
3. Jordan 0 stig *
4. Algeria 0 stig
Mánadagin 22. juni:
18.00: Argentina - Eysturríki
Týsmorgunin 23. juni:
04.00: Jordan - Algeria
Bólkur K
1. Kolumbia 3 stig
2. Portugal 1 stig
-------------------
3. Kongo 1 stig *
4. Uzbekistan
Týsdagin 23. juni:
18.00: Portugal - Usbekistan
Mikunáttina 24. juni:
03.00: Kolumbia - DR Kongo
Bólkur L
1. England 3 stig
2. Ghana 3 stig
------------------
3. Panama 0 stig *
4. Kroatia 0 stig
Týsdagin 23. juni:
21.00: Ongland - Ghana
Mikunáttina 24. juni:
00.00: Panama - Kroatia
* Átta teir bestu trý'ararnir koma víðari til 1/16-finalurnar
Dystirnir síggjast millum annað á rásunum hjá DR og TV2 - umframt á DRTV og TV2 Play. Summir eru eisini á KVF og øðrum norðurlendskum kringvarpum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald