Síðst í apríl sleit Sebastian Linnet John hælsinuna undir venjing í Klaksvík. Tá var hann fyrsti málverji hjá KÍ.
Sìðani hevur Mark F. Jensen, sum var ársins málverji í 2025, vart málið hjá oddaliðnum í Meistaradeildini hjá monnum.
Men ein nýggjur málverji var til venjing við Djúpumýru, tí, sum felagið skrivar: - Fyri liðið er umráðandi við sterkari manning á málverjuplássinum, nú fleiri tættir og týdningamiklir dystir eru fyri framman.
Herímillum eru Champions League-dystir og lyykladystir í meistarastríðnum, og KÍ hevur gjørt sáttmála við Nicolai Vinter Christensen.
Talan er um 24-ára gamlan dana, sum seinast hevur spælt við Skive í triðbestu donsku deildini.
Har var Christensen fyrsti málverji og lat 28 mál inn í 22 dystum hjá einum av botnliðnum júst farna kappingarár í Danmark. Men fyri stuttum fór fyrrverandi B68-márlverjin Benjamin Schubert í Skive-málið, og nú er Nicolai Vinter Christensen endaður í Klaksvík.
Hann var partur av ungdómsdeildini hjá AaB, spældi eitt tíðarskeið í Jammerbugt, áðrenn skiftið frá Skive fyri fýra árum síðani.
Sambært heimasíðuni hjá KÍ er avtalan millum partarnar galdandi fyri restina av kappingarárinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald