Venjarabroytingar í HB og KÍ, evropeisku lutakastini, flytingarvindeygað, spenningurin í Meistaradeildini og sjálvur dysturin í Sarpugerði verða til umrøðu, tá Rúni á Reynatrøð reikar fyri beinleiðis Fótbóltsskýlið í kvøld.
FM1 sendir úr Norðagøtu frá klokkan 17.15 í sambandi við dystin millum Víking og KÍ - tí fyrsta í 14. umfari.
Jákup Ósá, fótbóltstíðindamaður, og Geza David Turi, vitja.
Síðstnevndi er uppvaksin í Víkingi og ger nú vart við seg í enskum fótbólti. Geza hevur stuttan summarsteðg nú og verður til dyst í kvøld: Tað er barndómsfelagið móti liðnum, har pápin er málverjuvenjari.
![]()
Geza David Turi í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)
Jákup Ósa
Ósá fylgir gongdini í føroyskum fótbólti tætt og fer millum annað at greina støðuna hjá feløgunum og evropeisku møguleikarnar - KÍ skal til Luksemborg og Víkingur til Íslands, meðan NSÍ hevur maltesiska mótsstøðu.
Sí eisini: Yvirlit: Hesar dagarnar spæla føroysku feløgini í 1. umfari
Eftir upptaktina, fær Per Dávidsson Jacobsen orðið. Hann fer at siga frá dystunum millum liðini, sum sjálvdan tapa í landskappingi.
![]()
Mynd: FSF
Umframt dystin í kvøld, sigur FM1 frá báðum dystunum í morgin og í Gundadali sunnudagin. Sunnukvøldið klokkan 19.30 taka vit samanum umfarið í sendingini "3. hálvleikur"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald