Annað

30 ross kappast við Leynavatn leygardagin

Serliga er spenningur um, hvør fer at vinna tvíspor vaksin 1 flokk í aðru FM-kappingini.

2026-06-19 11:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin, leygardagin kl 14 verður onnur FM kappingin í kappríðing.

30 ross eru tilmeldaði og sum so ofta er serligur spenningur um hvør fer at vinna tvíspor vaksin 1 flokk,  staðfestir Ríðisamband Føroya

- Silfá við Ásu Bárðardóttir vann fyrstu kappingina, men hon skal renna móti Sprota og Helenu Dagmar Nilssen úr Vági, sum tók øll á bóli og fekk næstbestu tíð seinast. Nú sleppur Sproti so av álvara at vísa um hann megnar at kappast móti teimum allarbestu. Eisini eru bæði fyrrverandi føroyameistarin Freyr við Onnu Magnussen og Bragi við Barbaru R. Mouritzen við í kappingini, so har kann alt henda.

Seksross eru við í tvíspor vaksin 1 flokkur og trý ross í Tvíspor vaksin 2 flokkur.

Størsti flokkurin er Tvíspor ung, har átta ross er við. Í Travflokkinum eru sjey ross við, í Skeið eru trý ross og tølt somuleiðis trý ross.

Øll paringin sæst niðanfyri:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder