Fótbóltur

Lukasz Cieslewicz tekur fyribils yvir í HB

Stendur á odda fyri dystinum móti B36 sunnudagin saman við Tróndi Jensen og hinum í toyminum. Hetta váttar formaðurin í HB fyri FM1 og Portalinum. Samstarvið við André Olsen endaði eftir millum annað ósemju um hjálp uttanífrá.

Lukasz Cieslewicz hevur venjingina í kvøld og verður venjari sunnudagin, tá HB spælir grannauppgerð móti B36. Avtalan er

Lukasz Cieslewicz hevur venjingina í kvøld og verður venjari sunnudagin, tá HB spælir grannauppgerð móti B36. Avtalan er "viku fyri viku", sigur formaðurin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-06-19 12:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóskvøldið boðaði HB frá, at samstarvið við André Olsen er steðgað eftir "eina vánaliga gongd", sum felagið sjálvt lýsir tað. HB liggur í løtuni á 6. plássið í Meistaradeildini - tvey stig aftanfyri AB, sum vann 3-1 á HB sunnudagin.

Toftamaðurin var í starvinum í 13 mánaðir - í fyrsta syfti sum fyribils venjari. Hetta er fimtu ferð seinastu seks árini, at HB sigur ein venjara úr starvi áðrenn summarsteðgin.

Les meira: Fimtu ferð uppá seks kappingarár at HB skiftir venjara undan summarsteðginum 

FM1 og Portalurin hava fyri løtu síðani tosað við Ransin Napoleon Djurhuus, sum greiðir soleiðis frá orsøkunum handan slitna samstarvinum.

- Besta mansliðið hevði ikki úrslitini við sær. Vit royndu sum felag at hjálpa André og okkum sjálvum fyri at fáa eksterna hjálp við at hyggja uppá felagið, og uppá hvat man kann gera betur. Men André vildi ikki at gera tað framyvir. Hetta ynskti leiðslan tó, og tí høvdu vit ikki nakað annað val enn at enda samstarvið.

HB hevur fyri stuttum havt hjálp uttanifrá. Tað var, tá Søren Krogh í HB sum ráðgevi í eitt stutt tíðarskeið. Danin er nú settur sum hjálparvenjari í FC Nordsjælland. Víst verður á at ynski var at fáa meiri hjálp uttanfrá.

HB-formaðurin staðfestir millum annað eisini, at man skal eisini hyggja inneftir sum felag, hóast fleiri jalig ting eru.

[object Object]
Ransin Napoleon Djurhuus vísir millum á, at ósemja var um hjálp uttanífrá (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]HB-formaðurin vísir á, at nú fyrrverandi høvuðsvenjarin ikki vildi tað sama sum leiðslan (Mynd: Sverri Egholm)

Hjálparvenjari tekur fyribils við høvuðsvenjari - sáttmálin er viku fyri viku

Ransin Djurhuus váttar eisini, at fyribils stendur Lukasz Cieslewicz á odda fyri liðnum. Lukasz hevur seinastu árini verið høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum í HB og higartil í ár verið hjálparvenjari hjá André Olsen saman við Teiti Gestsson.

Lukasz Cieslewicz hevur venjingina í kvøld og verður venjari sunnudagin, tá HB spælir grannauppgerð móti B36.

Talan er um ein leypandi sáttmála, viku fyri viku, og beint nú tekur man ein dyst í senn, sigur formaðurin í HB við FM1 og Portalin

Venjaratoymi heldur annars fram so at siga óbroytt. Teitur Gestsson, annar av hjálparvenjarunum, er burturstaddur í løtuni. Tróndur Jensen, sum var í venjaratoyminum í fjør, kemur inn aftur at hjálpa til. 

Jens Martin Knudsen heldur fram sum málmansvenjari, og Gilberto Voltolina sum kropsligur venjari hjá Havnar Bóltfelag.

Dagført: 12.33


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder