Kappróður

Kappróður vístur á stórskíggja í Vágsbotni

Serligur spenningur er í 10-mannafarsróðrinum.

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2026-06-19 16:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin verður triði FM-róður í summar, hesa ferð á jóansøku í Vági.

Nógv fólk ætla sær ivaleyst suður til Vágs at halda jóansøku, men tey, sum ikki kunnu fara suður, hava nú møguleikan at síggja kappróðurin beinleiðis á stórskíggja við Trappuna í Vágsbotni, sigur Tórshavnar kommuna.

Spenningur hevur verið á tveimum teimum fyrstu FM-stevnunum, har Havnarbáturin og Ormurin Langi hava vunnið hvør sín róður.

Í sambandi við, at kappróður verður vístur, verða vegirnir til og úr Vágsbotni stongdir millum 14.30 til 18.30. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder