Fótbóltur

USA er eisini víðari

Hetta eftir 2-0 sigur á Avstralia í Seattle. Allir HM-vertirnir eru ósigraðir eftir fyrstu tveir dystir teirra.

Mynd: Troy Wayrynen/Reuters/Ritzau Scanpix

Mynd: Troy Wayrynen/Reuters/Ritzau Scanpix

2026-06-19 22:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltslagið í risastóra USA, har "soccer" vanliga er væl frá at vera nummar eitt, er frálíkt.

USA vann fyri løtu síðani fyri aðru ferð í endaspælinum. Talan var um 2-0 sigur í Seattle, ið var sannførandi. 

Í 10. minutti gjørdi Avstralia sjálvmál, og stutt fyri steðgin økti Alex Freeman til 2-0.

[object Object]
Stórur fagnaður á áskoðaraplássunum á Lumen Field í Seattle, Washington (Mynd: Steven Bisig/Reuters/Ritzau Scanpix)

Eftir steðgin var tað meira óruddiligt, men liðið hjá Mauricio Pochettino koyrdi sigurin í oddadystinum í bólkinum trygt heim.

6-1 samanlagt til USA eftir tveir dystir, og USA hevur, sum annað liðið í endaspælinum higartil, tryggjað sær víðari luttøku. Hitt er eisini ein vertstjóð. Í nátt kom 1/16-finaluplássið hjá Meksiko eisini í hús. 

Sí eisini: Meksiko víðari sum tað fyrsta HM-landið

Turkaland og Paraguay spæla í nátt, og í næstu viku spælir USA mest sannlíkt um fyrsta plássið í bólkinum.

Bólkur D:
1. USA 6 stig *
2. Avstralia 3 stig
-----------------------
3. Turkaland 0 stig **
4. Paraguay 0 stig **

* Víðari til 1/16-finalurnar

** Ein dyst færri

Í dag, fríggjadagin 19. juni:
USA - Avstralia 2-0 (2-0)

Leygarnáttina, leygardagin 20. juni: 
04.00: Turkaland - Paraguay

Bólkur C:
1. Skotland 3 stig
2. Brasilia 1 stig
------------------------
3. Morokko 1 stig *
4. Haiti 0 stig

Í dag, fríggjadagin 19. juni:
23.00: Skotland - Marokko

Leygarnáttina, leygardagin 20. juni: 
01.30: Brasilia - Haiti


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder