Fýrverkið hetta vakra fríggjakvøldið í Sarpugerði, tá 14. umfar fór í gongd, byrjaði beinanvegin. Tað var stilt og lýtt í veðrinum, men eftir tveir minuttur larmaði nógv, tó tá kundu víkingarnir fegnast: Eitt ógvuliga vælspælt álop, hart innlegg frá Inga Jonhardsson úr vinstru, og so kundi Mikkel Hyllegaard stýra bóltin í málið hjá føroyameistarunum.
1-0, men støðan hevði eisini ein skaða við sær: Hyllegaard varð liggjandi, tí okkurt gekk galið hjá dananum, hóast eingin KÍ'ari var nær við, og hann noyddist av vølli.
Stutt eftir málið høvdu liðini hvør sín risamøguleika: Jørgen Nielsen fyri Víking og Jákup Biskopstø Andreasen fyri KÍ. Í 17. minutti bragdaði hjá útiliðnum. Hetta eftir frálíkt hornaspark úr høgru, sum Árni Frederiksberg sjálvandi stóð fyri, og við aftaru stong stýrdi ein púra fríur Odmar Færø bóltin í netið.
Ein deiligur og inntensur fótbóltsdystur sum bylgjaði aftur og fram, og í 32. minutti stóð Jóannes Kalsø Danielsen fyri dagsins máli, tá landsliðsbakkurin stutt uttanfyri brotsteigin fluktaði bóltin í Víkinga-málið.
![]()
Jóannes Kalsø Danielsen og Ingi Jonhardsson vóru báðir við í máli og nógvum fyri steðgin - bakkarnir høvdu nógvar nærdystir í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Hoyr eisini: Jóannes Kalsø Danielsen: Javnleikur við 10 monnum móti 11 er ok
So kundi man trúð, at oddaliðið fór at seta seg tyngri á dystin, men KÍ hevði sínar avbjóðingar av dribblingunum hjá Aroni Benjaminsen, rørslunum hjá Jørgeni Nielsen og sum heild tí ídni og diriv, sum heimaliðið spældi við. Seks minuttir eftir 1-2 málið sendi Aron, eins og systkinabarnið fyrr í dystinum, hornaspark væl inn úr høgru, og so setti Arnbjørn Svensson pannuna hart á. 2-2.
Stutt frammanundan høvdu innskiftu Sølvi Vatnhamar og vælsspælandi Ingi Arngrímsson havt stórar møguleikar í fríum støðum, men Mark Jensen í KÍ-málinum var knappur. Har kom heldur einki mál afturat í undirhaldandi dystinum.
Har kom eitt reytt kort beint fyri steðgin, tá KÍ-miðverjin Gaston Tellechea fyri aðru ferð í dystinum fullkomiliga óneyðuga satstaði í takkling. Argentinin feldi Aron Benjaminsen við síðulinjuna, og so hevði Jóhan Hendrik Ellefsen einki val.
Víkingur fekk mál kolldømt beint fyri steðgin (rætt dømd rangstøða), og liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevði sínar møguleikar í 2. hálvleiki, men sami trupulleiki sum áður í ár og í fjør: Ov óhvassir frammanfyri málinum.
Jákup Johansen hevði tveir stórar og Jørgen Nielsen ein - í øllum hesum førunum fingu teir ikki stýrt bóltum í netið ella nóg gott skot á. Ingi Jonhardsson skeyt beint framvið, eftir at hava vunnið bóltin í KÍ-brotsteignum seint í dystinum, og beint frammanundan var Sølvi Vatnhamar nær við at snýta Mark Jensen; hetta við at goyma seg aftanfyri KÍ-málverjan og pilka bóltin frá honum, tá bólturin varð lagdur niður.
Hoyr eisini: Sølvi Vatnhamar: - Ein góður og undirhaldandi dystur sum vit burdu vunnið - FM1
Flestu støðurnar komu eftir innlegg og heldur tilvildarliga støður: Í undirtali stóðu Odmar Færø og hinir ofta fyri og ruddaðu væl burtur. KÍ fekk eisini tikið skjótt samanspæl hjá Víkingi í og kring brotsteigin burtur og fekk betri tamarhald á Aroni Benjaminsen.
Í roynd og veru góð venjing hjá liðnum hjá Magnusi Powell til evropeisku dystirnar, sum KÍ ætlar at spæla nógvar av í summar og í heyst: Nógv í verjustøðu, hartarbeiðandi, støðufastir og samstundis við hóttan hinvegin í løtum. Jákup Biskopstø Andreasen hevði millum annað góða skotroynd, og so vóru tað deyðbóltarnir hjá Árna Frederiksberg, sum góvu nakrar møguleikar, millum ein afturat til Færø.
KÍ spældi sum heild 2. hálvleik klókt við tíggju monnum, hóast onkrar frustatiónir sóust, og Víkingur fekk nóg mikið av støðum til at avgerða dystin. Greipuvinnararnir frá í fjør eru framvegis ósgraðir í løtuni á 1. plássið, men NSÍ spælir leygarkvøldið.
Tað er helst ikki ov nógv at siga, at uppgerðin í Sarpugerði, samanlagt var besti dystur í ár: Við stórum spenningi, stórum inntensiteti, flottum málum og spæli í løtum, góðum smálutum, umframt nógvum áskoðarum og nerva - og serliga 1. hálvleikur skaraði framúr.
Viðmerkjarin hjá FM1: - Fyrri hálvleikur var sjáldsama góður
---------------------------------------------------
Meistaradeildin menn, 14. umfar
Fríggjakvøldið 19. juni í Sarpugerði
Víkingur - KÍ 2-2 (2-2)
3' Mikkel Hyllegaard (Ingi Jonhardsson) 1-0
17' Odmar Færø (Árni Frederiksberg) 1-1
32' Jóannes Kalsø Danielsen 1-2
38' Arnbjørn Svensson (Aron Benjaminsen) 2-2
Reytt kort: 45 (+3)' Gaston Nicholas Tellechea, KÍ
Í morgin, leygardagin 20. juni
18.30: EB/Streymur - Skála
19.00: NSÍ - B68
FM1 sigur frá hesum báðum dystunum og til ber at fylgja við gongdini ovast á Portalinum
Sunnudagin 21. juni
15.00: 07 Vestur - AB
15.00: HB - B36 (FM1)
19.30: 3. Hálvleikur (samanumtøka)
Sí eisini: Lukasz Cieslewicz tekur fyribils yvir í HB
Fótbóltsskýlið: Venjarabroytingar og evropeiskar metingar í Sarpugerði
Støðan í Meistaradeildini
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald