Hann skifti úr HB til SJK Seinajoki tíðliga í 2025. Nú er møguleiki fyri, at sterki miðverjin fer víðari út í Evropa. Til størri land og deild.
Samuel Johansen Chukwudi hevur verið lyklaspælari hjá finska liðnum. Persónliga gekst serliga væl í fyrru hálvu í fjør, har havnarmaðurin var mettur millum besti spælararinar í fremstu deildini í Finnlandi fyrsta partin av kappingarárinum.
Sí eisini: Eitt verjuódjór sum ikki verður í Finnlandi leingi
Tað gekst sum heild væl í fjør. SJK var leingi í oddinum og spældi í Evropa, men liðið gjørdist ov stutt móti KÍ í Conference League og eisini og stutt til nýtt evropeiskt pláss við at enda á 5. plássi í Veikkausliga, har tólv lið eru.
Eftir 11. umfør í 2026 hevur liðið hjá Samuel Chukwudi bert níggju stig og er á 10. plássi.
Men føroyingurin, sum fyllur 23 ár í næstu viku, hevur staðið seg so mikið væl í SJK og í nøkrum landsdystum, at áhugi er fyri honum aðrastaðni.
Fyri gott einum árum síðani metti størsti finski blaðmiðilin, at føroyski verjuspælarin ikki fór at verða verandi í Finnlandi leingi. Og sambært okkara upplýsingum er eitt summarskifti ikki ósannlíkt hjá Samuel.
Portalurin hevur fingið upplýst frá góðum keldum, at eitt felag í bestu deildini í Eysturríki er ógvuliga áhuga í føroyingunum, og at samband er millum partarnar.
Talan er um deild, ið er styrkismett væl hægri enn tann finska.
Samuel Johansen Chukwudi hevur sáttmála við SJK til endan av 2026, tó við møguleika at leingja við einum ári. Fyrrverandi HB'arin spældi báðar dystirnar hjá Føroyum í Baltic Cup venjingarkappingingini fyrr í mánaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald