Hondbóltur

Elias á Skipagøtu skal hava nýggjan venjara

Vánaliga kappingarárið hjá THW Kiel hevur nú við sær, at venjarin, Filip Jicha, hevur mist starvið.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-06-22 15:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Høvuðsvenjarin í týska hondbóltsfelagnum, Filip Jicha, er sendur heim. Sostatt skal føroyska honsbóltsstjørnan í týsku bundesliguni, Elias Ellefsen á Skipagøtu, nú hava nýggjan venjara.

Hetta upplýsir THW Kiel á heimasíðu síni í dag.

44 ára gamli kekkin endar harvið eitt tíðarskeið í Kiel, ið hevur vart í tilsamans 16 ár.

Orsøkin til slitið, er ónøgd yvir úrslitini hjá Kiel í ár. Felagið endaði á sætta plássi í bundesliguni, og skal sostatt ikki spæla við í evropeisku kappingunum hetta komandi leikárið – nakað, ið er rættiliga óvanligt fyri týska stórfelagið.

Filip Jincha kom til Kiel sum spælari í 2007 og spældi til 2015, tá hann skifti til Barcelona. Hann kom aftur til Kiel í 2018, fyrst sum hjálparvenjari, men síðan 2019 hevur hann verið høvuðsvenjari.

Besta úrslitið fekk hann í 2020, tá Kiel vann Champions League.

Kiel er tað felagið, ið oftast hevur vunnið týska meistaraheitið, 23 ferðir til samans. Seinast teir vórðu meistarar, var í 2023. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder