Hondbóltur

U18 og U20 hondbóltur hjá monnum á Portalinum og FM1 í summar

Allir dystirnir í EM-endaspølunum hjá U20 og U18 monnunum verða stroymdir beinleiðis og ókeypis á Portalinum og FM1. Lagt verður til brots 8. juli.

Jákup Egholm og hinir á U20 landsliðnum leggja til brots 8. juli í Rumenia (Mynd: IHF/Kollektiff)

Jákup Egholm og hinir á U20 landsliðnum leggja til brots 8. juli í Rumenia (Mynd: IHF/Kollektiff)

2026-06-25 10:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá U20 menninir í hondbólti fara í eldin í Rumenia 8. juli verður møguligt hjá Føroya fólki at síggja dystirnar á Portalinum umframt at hoyra frásøgnina á FM1.

Portalurin og FM1 hava tryggjað sær føroysku sjónvarpsrættindini at vísa og siga frá dystunum frá bæði U20 endaspælinum, sum byrjar fyrst í juli umframt U18 endaspælinum, sum byrjar í Serbia á ólavsøku.

Við góðum stuðlum í rygginum hevur tað eydnast okkum at fáa fatur á sjónvarpsrættindunum. Okkara fólk siga frá dystinum úr rásarúminum í Miðlon, har umframt frásøgufólk eisini hondbóltskøn fólk vera viðmerkjarar.

Vit byrja at senda stutt undan dystinum, gera upp í hálvleikinum, og so taka vit eisini saman um aftaná dystin. 

U18 og U20 menninir spæla upp til átta dystir hvør, og vit stroyma sjálvandi allar.

Stroymingin verður tøk ovast á Portalinum nakað undan dystunum umframt at hoyra á FM1.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder