Fótbóltur

Avgerðin um finaluplássini fellur í vikuni

KÍ er á odda 4-2 undan seinnu hálvfinaluni, sum verður við Løkin mikukvøldið. Í Sarpugerði skal Víkingur royna at venda 2-1 fyrimuninum, sum HB hevur. Báðar hálvfinalurnar byrja klokkan 18.30, og FM1 sigur frá.

KÍ og NSÍ bresta saman mikukvøldið, har NSÍ skal jagstra mál (Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍ og NSÍ bresta saman mikukvøldið, har NSÍ skal jagstra mál (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-23 14:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mitt í einari ógvuliga spennandi landskapping, skulu liðini, sum skulu spæla finalu í kappingini um Løgmanssteypið í september, finnast.

Fyrru hálvfinalurnar vórðu spældar mitt í mai. KÍ og NSÍ stóðu fyri frálíkum undirhaldi í Klaksvík, har serliga heimaliðið spruttaði og vann 4-2. HB vann uppiborið 2-1 á Víkingi og harvið hava bæði útiliðini í seinnu dystunum fyrimunin.

Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Í morgin, mikudagin 24. juni
18.30: NSÍ - KÍ (2-4)

Hósdagin 25. juni
18.30: HB - Víkingur (2-1)

Útivallarmálini telja ikki longur

KÍ og Víkingur vóru í steypafinaluni í fjør. Har vann KÍ og gjørdist harvið greipuvinnari.

FM1 sigur frá báðum hálvfinalunum hesa vikuna og til ber at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder