Finalistarnir í kappingini um Løgmanssteypið skulu finnast í vikuni, og næstu tíðina koma øll liðini í ungdómsfinalunum uppá pláss.
Í gjár vórðu hálvfinalurnar í U21-kappingini spældar. Talan er ikki um dyst heima og úti, sum í kapppingini um Løgmanssteypinum.
Tað hava ikki verið tey størru feløgini í Føroyum, sum hava vunnið FM í U21 seinastu árini, og man hevur sæð AB, B71, ÍF og EB/Streym í steypafinalunum í elstu ungdómsdeildini seinastu árini
Steypafinalan 17. september í ár verður millum Skála og AB. Hjá AB er tað annað árið á rað.
HB var á vitjan á Skála týskvøldið. Eftir 52 minuttir var 4-0 til heimaliðið, og tað megnaði HB, við millum annað nøkrum spælarunum sum fast venja við besta liðum, ikki at venda.
Jeffrey Dulavik Berg, Bartal Karbech Hansen, Aron Højgaard og Boas Bárðarson Hammer skoraðu málini fyri Skála.
Fyrstu ferð síðani 2019 at Skála er í steypafinaluni hjá U21.
![]()
AB kom afturum men gjørdu síðani bart við Løkin (Mynd: Argja Bóltfelag)
Hinumegin fjørðin kom heimaliðið betri frá byrjan, men síðani gjørdi AB bart.
Stutt fyri hálvleik javnaði Heðin Olsen til 1-1. Í seinni hálvleiki skoraðu Silas Rasmussen, Ørvur Isfeld og Reidar Eiriksson Joensen, so endaliga úrslitið gjørdist 4-1 til AB.
Tað hevur gingið væl hjá besta mansliðnum á Argjum í ár, og eins og í fjør skal elsta ungdómsliðið hjá AB spæla steypafinalu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald