Portugal og Cristiano Ronaldo vóru fyri hørðum atfinningum eftir avrikið og úrslitið móti Kongo í fyrsta HM-dystinum. Tað endaði 1-1 mikudagin - men í kvøld svaraði Portugal aftur.
Cristiano Ronaldo gekk á odda við tveimum góðum málum í 1. hálvleiki eftir góð upplegg frá Joao Cancelo og Bruno Fernandes. Nuno Mendes skoraði eisini við góðum beinleiðis frísparki, og eingin ivi varð um úrslitið. Portugal fekk tvey mál afturat eftir steðgin og vann harvið 5-0 á Uzbekistan.
![]()
Ronaldo skoraði tíðliga til 1-0 - eitt gott og søguligt mál (Mynd: Charlotte Wilson/AFP/Ritzau Scanpix)
Nógv av hugsa um hjá Cannavaro, sum er venjari hjá HM-debutantunum. Samanlagt 1-8 og null stig eftir tveir dystir (Mynd: Paul Ellis/AFP/Ritzau Scanpix)
Fabio Cannavaro, sum lyfti HM-steypið sum italskur liðformaður í 2006, kundi bara hyggja hjálparsleysur at á síðulinjuni. Við úrslitinum sær svárt út hjá Balon d'Or-vinnaranum fyri tjúgu árum síðani og liði hansara.
Ronaldo og Portugal eru á veg víðari og skulu eftir øllum at døma spæla um 1. plássið í bólkinum móti Kolumbia sunnunáttina. Og 41-ára gamli Cristiano Ronaldo: Hann er nú ein av elstu HM-málskjúttunum í søguni og tann fyrsti yvirhøvur, sum hevur skorað í seks HM-endaspølum: Maðurin av Madeira hevur skorað í øllum síðani 2026.
- I an back vóru boðini hjá nummar 7 eftir seinasta bríksl í Houston, har hann væl kundi fingið 1-2 mál afturat.
![]()
Nakað av iðran um vantandi hattrikk (Mynd: Charlotte Wilson/AFP/Ritzau Scanpix)
Men Ronaldo, Bruno Fernandes og hinir høvdu meira at fegnast um í dag (Mynd: Ronaldo Schemidt/AFP/Ritzau Scanpix)
Ongland bergtók í fyrsta dystinum móti Kroatia, men í New England eydnaðist ikki Onglandi at liva upp til hetta.
Gana vardi væl, og tað endaði 0-0. Hetta hóast millum annað Harry Kane og innskiftu Bukayo Saka og Nico O'Reilly høvdu góðar møguleikar seint í dystinum. Vónbrot hjá favorittunum, men eitt stig hvør, bæði hava fýra stig fyri tvey umfør og koma eftir øllum at døma víðari til 1/16 finalurnar.
Í nátt spæla hini liðini í hesum bólkunum, K og L, og eftir teir er 2. umfar av trimum í bólkaspælinum liðugt. Í morgin, mikudagin, hava vit fult yvirlit.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald