Tað er av sonnum HM-fepur í Noregi, og túsundtals norskir fótbóltsfjepparar hava eisini sett dám á í New York-økinum seinastu dagarnar.
Video: Rógvandi Norðmenn settu dám á Times Square
Har spældi Noreg týsnáttina sín annan dyst í HM-endaspælinum, og við 3-2 sigri á Senegal í New Jersey tryggjaðu Haaland og hinir Noreg pláss í 1/16-finalunum.
![]()
Erlind Braut Haaland sló til tvær ferðir eftir steðgin...
....stórur fagnaður á norðmonnum í New Jersey (Myndir: Angela Weiss/AFP/Ritzau Scanpix)
...og eftir sigurin skuldi sjálvandi rógvast (Myndir: Buda Mendes/AFP/Ritzau Scanpix)
Les eisini: Norðmenn róðu seg víðari í New Jersey
Tað vakti eisini ans hjá miðlum og á sosialum miðlum, at kongalig norsk systkin vóru til staðar. Eftir 1-0 málið hjá Noreg fekk framleiðarin eisini Ingrid Alexandru, prinsessu, og Sverra Magnus, prins, á skíggjan til alheims hyggjarar: Í reyðum búna, Noreg-turriklæði og í norskum ovfarakæti, har systkini millum annað hálsfevndust.
Hátignini eru ávikavist dóttur og sonur hjá Haakoni, krúnprinsi og Mette-Marit, krúnprinsessu. 22-ára gamla Ingrid Alexandra er smá tvey ár eldri og harvið nummar tvey í røðini til trúnuna eftir pápa sín.
Nógv rumbul hevur verið kring familju teirra í seinastuni við rættarmálinum móti stjúkbeiggjanum, Marius Borg Høiby, sjúkuni hjá mammu teirra og sambandi hennara við Jeffrey Epstein.
Ingrid Alexandra og Sverre Magnus hava tó einki við hesi málini at gera, og eru norsku kongaligu umboðini undir HM-endaspælinum í Norðuramerika; einum sum fyllur nógv í Noreg.
Mikudagin, nakrar tímar eftir minniliga sigurin á Senegal, vitjaðu prinsessan og prinsessan ein summarfótbóltsskúla hjá felagnum Gøja í Brooklyn. Sambært heimasíðuni er talan um elsta fótbóltsfelagið fyri ungdómsspælarar í New York - og tað vóru norskir tilflytarar, sum í 1911 síðani stovnsettu tað.
Harvið var tað hóskandi, at Ingrid Alexandra og Sverre Magnus møttu upp í norskum landsliðsbúna, vístu nøkur kynstur, heilsaðu uppá børnini og venjarar, umframt sjálvandi: "Róðu".
Sí nakrar myndir, sum Pontus Höök tók fyri /NTB/Ritzau Scanpix
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald