Fótbóltur

Søguligu málini hjá Messi í Dallas

Lionel Messi skoraði síni HM-mál nummar 17 og 18, tá Argentina vann 2-0 á Eysturíki. Nú 39-ára gamli fótbóltsgandakallurin hevur skorað øll fimm málini hjá Argentina í endaspælinum.

Lionel Messi av røttum stórliga fagnaður á stórfingna leikvøllinum í Dallas, Texas (Mynd: Paul Ellis/AFP/Ritzau Scanpix)

Lionel Messi av røttum stórliga fagnaður á stórfingna leikvøllinum í Dallas, Texas (Mynd: Paul Ellis/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-24 09:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann brendi brotsspark tíðliga í dystinum men Lionel Messi líkt, vísti hann sínar dygdir seinni.

Fyrst við beinrakum vinstrabeinsskoti stutt inni í brotsteignum eftir gott argentinskt spæl og seint í dystinum við máli, har nummar 10 sjálvur setti alt í gongd og endaði tað á snildan hátt.

Til ber at síggja søguligu málini hjá Lionel Messi á Youtube-rásini hjá FIFA

Sí eisini: Messi skein aftur og yvirhálaði Miroslav Klose

Við málunum móti Eysturríki í Dallas mánadagin fór Messi frammum Miroslav Klose á samanlagda HM-toppskjúttalistanum.

Listin og øll málini síggjast her

Lágvaksni men stórsligni argentinin fyllur 39 ár í dag og er til sítt sætt HM-endaspæl.

Hann hevur skorað 18 mál í 28 HM-dystum yvir tey seinastu tjúgu árini. Hann hevur eisini skorað øll fimm málini higartil hjá verandi heimsmeistarunum, sum hava vunnið 3-0 og 2-0. 

[object Object]
Messi fegnast og verður stórliga fagnaður eftir 2-0 málið móti Eysturríki (Mynd: Paul Ellis/AFP/Ritzau Scanpix)

Liðið er víðari sum eitt'ari í bólkinum og spælir móti Jordan sunnunáttina. So er spurningurin, um Lionel Messi sleppir at royna at leggja afturat sínum máltali, ella um 39-ára gamli fótbóltsgandakallurin skal sparast til avgerandi dystir.

Tíverri forðar FIFA fyri, at vit kunnu knýta hæddarpunktini frá Argentina - Eystúrríki ovast ella niðast í greinina, men tey kunnu síggjast HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder