Fótbóltur

NSÍ skal jagstra mál móti KÍ

KÍ er á odda 4-2 eftir fyrru hálvfinaluna. Seinna steypahálvfinalan millum fremstu liðini í landskappingini byrjar klokkan 18.30 - FM1 sigur frá og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

NSÍ og KÍ hava spælt tveir dystir í Klaksvík í ár. Ein í landskappingini (1-1) og fyru hálvfinaluna í steypakappingina, har KÍ á flottan hátt vann sær fyrimunin til dystin í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

NSÍ og KÍ hava spælt tveir dystir í Klaksvík í ár. Ein í landskappingini (1-1) og fyru hálvfinaluna í steypakappingina, har KÍ á flottan hátt vann sær fyrimunin til dystin í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-24 11:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru nummar eitt og tvey í landskappingini, sum bresta saman við Løkin í kvøld í stríðnum um at røkka finaluni um Løgmanssteypið. NSÍ fór frammum KÍ síðsta vikuskiftið.

Mikukvøldið 13. mai spældu KÍ og NSÍ fyrru hálvfinaluna í Klaksvík, har tey stóðu fyri nógvum undirhaldi. Talan var um besta álopsdyst, ið KÍ hevur spælt í ár, tá hugsað verður um góðsku og um mótstøðuna.

Tað endaði 4-2, og harvið fara verandi steypavinnararnir til Runavíkar við fyrimuninum í kvøld.

Tað kann tó ganga skjótt í slíkum dystum, og NSÍ skal jagstra. Tað verður týðandi fyri liðið hjá  Sigurður Ragnari Eyjólfsson at fáa fyrsta málið í dystinum.

Bæði liðini eru uttan langtíðarskaddar spælarar, millum annað Brand Hendriksson Olsen (NSÍ) og Patrik Johannesen (KÍ) 

FM1 sigur beinleðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 18.30. Trygvi Absalonsen verður til reiðar við viðmerkjara við Løkin Lurta her

----------------------------------------------------------------

Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, mikudagin 24. juni
18.30: NSÍ - KÍ (2-4)

Hósdagin 25. juni
18.30: Víkingur - HB (2-1)

Útivallarmálini telja ikki longur

KÍ og Víkingur vóru í steypafinaluni í fjør. Har vann KÍ og gjørdist harvið greipuvinnari.

FM1 sigur frá báðum hálvfinalunum hesa vikuna og til ber at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder