Fótbóltur

HB og Víkingur spæla um seinna finaluplássið í Sarpugerði

HB er á odda 2-1 eftir fyrru hálvfinaluna. FM1 sigur frá og til ber at fylgja gongdini í Sarpugerði ovast á Portalinum. Fyrsta bríksl verður klokkan 18.30.

HB og Víkingur hava spælt nógvar spennandi steypadystir gjøgnum árini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

HB og Víkingur hava spælt nógvar spennandi steypadystir gjøgnum árini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-25 13:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hvør skal hitta KÍ í steypafinaluni í september?

Hetta er stóri spurningurin, sum svar skal fáast á í Sarpugerði í kvøld, eftir at steypavinnararnir úr KÍ mikukvøldið bastu NSÍ í dramatiskum dysti við Løkin.

Brotssparkskapping skuldi til í gjár, og so er spurningurin, hvussu langt kvøldið í Sarpugerði verður.

Um Víkingur vinnur "vanliga dystin", fyrstu 90 minuttirnar, við einum máli, so er í øllum førum neyðugt við hálvum tíma afturat. Og brotssparkskapping er seinasti útvegur.

Tað hevur áður verið neyðugt, tá Víkingur og HB hava spælt steypadystir gjøgnum árini. Lagt er upp til spennandi dyst; HB skifti høvuðsvenjaran út fyri viku síðani, og vann 3-0 á B36 sunnudagin. 

Sí eisini: Cieslewicz: - Eg taki mær av liðnum so leingi leiðslan ynskir tað

Tapið fyri HB í fyrru hálvfinaluni er tað einasta hjá Víkingi síðani fyrst í apríl, og liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen fer at gera alt fyri at røkka finaluni annað árið á rað.

Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, hósdagin 25. juni
18.30: Víkingur - HB (1-2)

Í gjár, mikudagin 24. juni
18.30: NSÍ - KÍ 8-9 samanlagt (eftir longda leiktíð og brotsspørk)

Útivallarmálini telja ikki longur

FM1 sigur beinleiðis frá seinnu hálvfinaluni í Sarpugerði. Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder