Eftir nógv ár í donskum hondbólti skiftir Súna Krossteig Hansen í summar til nakað meira ókent:
Eftir millum flott avrik hjá havnarkvinnuni fyri Føroyar í søguliga HM-endaspælinum síðsta vetur, gjørdi ŽRK Budućnost Podgorica sáttmála við Súnu.
Talan er um montegrinska meistaraliðið, sum spælir í Champions League.
Sí eisini: Súna Hansen á sínum nýggja heimavølli: Hetta er kuul (Video)
Súna K. Hansen í Montenegro í sambandi við EM-undandystin hjá Føroyum har í apríl (Mynd: Sverri Egholm)
Seinastu tvey árini hevur Súna Krossteig Hansen spælt við Skanderborg Håndbold, sum hevur verið í botnstríði í bestu donsku deildini.
Kviki føroyski bakspælarin hevur átt sín leiklut í, at liðið hevur hildið sær uppi - serliga júst farna kappingarár, nú hon hevur verið skaðafrí.
Hetta hevur Skanderborg Håndbold eisini viðurkent. Í sambandi við hópurin í 2026/2027 savnaðist fyri seinastu ferð, hevði venjaratoymið kosið Súnu Krossteig Hansen sum ársins spælara í felagnum.
Orsøkin var, at hon við dygdunum og persónligheitini hevur gjørt stóran mun og hevur gingið á odda á og uttanfyri vøllin.
- Kåringen blev begrundet med, at Súna hele sæsonen er gået forrest på og udenfor banen med fight, indstilling og humør og samtidigt har været kampafgørende for holdet og taget ansvar - også når det har presset på, skrivar skanderborg Håndbold.
Meðan 26-ára gamla úùna K. Hansen fer víðari, kemur Rakul Wardum til felagið, har hon eisini spældi sum ungdómsspælari. Landsliðsmálverjin skiftir úr Ringkøbing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald