Fótbóltur

KÍ og Víkingur spæla steypafinalu 5. september

Hava vunnið seg í finaluna hesa vikuna og skulu annað árið á rað spæla um Løgmanssteypið á Tórsvølli - hesaferð fyrr á árinum.

Víkingar kunnu eftir 4-0 sigurin hóskvøldið fyri 11. ferð skriva finaludagfestinina niður. Sum vant, tá KÍ og Víkingur spæla finalu, verður tað gott huglag á áskoðaraplássunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Víkingar kunnu eftir 4-0 sigurin hóskvøldið fyri 11. ferð skriva finaludagfestinina niður. Sum vant, tá KÍ og Víkingur spæla finalu, verður tað gott huglag á áskoðaraplássunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-26 08:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðani 2019 verður finalan um Løgmanssteypið ikki seinasti dysturin í føroyska kappingarárinum.

FSF hevur, millum annað vegna landsliðsvirksemi, lagt finaluna 5. september.

Nú er endaliga greitt, at tað verða KÍ og Víkingur, sum skulu spæla um steypið; júst sum í 2025. 

Tað er triðju ferð seinastu fimm árini, at liðini eru í steypafinaluni hjá monnum: Víkingur vann 1-0 í 2022, meðan KÍ vann 2-0 í fjør.

[object Object]

[object Object]KÍ er verandi steypavinnari vegna sigurin á Víkingi 31.oktober í fjør (Myndir: Jens Kr. Vang) 

Liðini vunnu seg í finaluni við sigrum á ávikavist HB og NSÍ hesa vikuna - og á ógvuliga ymiskan hátt. Sí yvirlit og les meira niðanfyri

Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Hósdagin 25. juni
Víkingur - HB 4-0 (2-0)  - 5-2 samanlagt

Meira um dystin her

Les eisini: Víkingur vant burturúr HB og er aftur í steypafinaluni

Myndir: Stórur Víkinga-fagnaður eftir stóra sigurin á HB

Mikudagin 24. juni
NSÍ - KÍ 8-9 samanlagt (eftir longda leiktíð og brotsspørk)

Sí meira um dystin her

Les eisini: Steypavinnararnir aftur í steypafinaluni eftir stórt drama við Løkin

Myndir: NSÍ - KÍ seinna hálvfinala

Finalan um Løgmanssteypið: 
Leygardagin 5. september 
KÍ - Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder