Seks av teimum tólv HM-bólkunum eru nú liðugt spældir. Eitt norðurlendskt lið er víðari, meðan eitt annað spælir um 1. plássið í kvøld.
Sí yvirlit niðanfyri
Bólkur D:
1. USA 6 stig *
2. Avstralia 4 stig *
3. Paraguay 4 stig
-------------------------
4. Turkaland 3 stig **
* Víðari
** Úti
Turkaland fekk hol á og vann heldur óvæntað á USA - og tó. USA hevði longu vunnið bólkin og spardi nógvar spælarar. Vertirnir bresta saman við Bosnia í Santa Clara í 1/16-finalunum.
Tað var minni óvæntað, at Paraguay og Avstralia spældu javnleik. Við tí er Avstralia við 100 prosent vissu víðari, og Paraguay kemur mest sannlíkt víðari sum trý'ari.
Fríggjanáttina 26. juni:
USA - Turkaland 2-3 (1-2)
Avstralia - Paraguay 0-0
Bólkur E
1. Týskland 6 stig *
2. Fílabeinsstrondin 6 stig *
3. Ecuador 4 stig *
------------------------
4. Curacao 1 stig **
* Víðari
** Úti
Fílabeinsstrondin gjørdi sítt móti Curacao, hvørs HM-ævintýr er av. Hinvegin er afrikanska landið víðari fyri fyri fyrstu ferð í søguni.
Ecuador er víðari úr HM-bólkaspæli fyri aðru ferð. Fyrru ferð var í HM í Týsklandi í 2026 - nú kom plássið í hús við sigri á júst Týsklandi. Liðið hjá Julian Nagelsmann var víðari áðrenn, og hóast týskarar løgdu seg á odda tíðliga sást, at týdningurin var størri hjá suðuramerikanska liðnum. Ecuador spældi við stórum eldhuga, javnaði skjótt og avgjørdi dystin eftir hornaspark í 77. minutti.
Hóskvøldið 25. juni:
Týskland - Ekvador 1-2 (1-1)
Curacao - Fílabeinsstrondin 0-2 (0-1)
![]()
Gonzalo Plata var kvikari enn Manuel Neuer og skoraði til 2-1. Hetta elvdi til stórt ovfarakæti hjá liðnum og lívligu fjepparum tess (Mynd: Mike Segar/Reuters/Ritzau Scanpix)
Bólkur F:
1. Niðurlond 7 stig *
2. Japan 5 stig *
3. Svøríki 4 stig *
----------------------
4. Tunisia 0 stig **
* Víðari
* Úti
Niðurlond gjørdi sítt móti Tunesia og vann bólkin, meðan Japan og Svøríki spældi ein tættari dyst.
Tað vóru ágangandi japanarirnir, sum vóru betri - serliga fyri steðgin - men Jacob Zetterstrøm í svenska málinum stóð væl, og Anthony Elanga javnaði við góðum máli.
Hetta var nóg mikið hjá svium fyri at spæla seg víðari. Hetta hevði málskjúttin og svenska hetjan tó gloymt, tá dómarin bríkslaði av: Tá setti Newcastle-vongurin seg vónbrotin niður. Men Elanga og Svøríki eru víðari sum ein av frægastu trý'arunum og skulu spæla 1/16-finalu móti Fraklandi, Noreg ella Sveis.
Fríggjanáttina 26. juni:
Japan - Svøríki 1-1 (0-0)
Tunesia - Niðurlond 1-3 (0-2)
Átta av teimum tólv trý'arunum koma víðari
----------------------------------------------------
Eisini í kvøld og í nátt eru samanlagt seks dystir. Serligur spenningur er um bólkafinaluna í bólki I, har Frakland og Noreg - Mbappé og Haaland - bresta saman. Dysturin í Foxborough byrjar klokkan 20 føroyska tíð.
Bólkur G
1. Egyptaland 4 stig
2. Iran 2 stig
---------------------
3. Belgia 2 stig
4. Nýsæland 1 stig
Leygarnáttina 27. juni:
04.00: Belgia - Nýsæland
04.00: Egyptaland - Iran
Bólkur H
1. Spania 4 stig
2. Uruguay 2 stig
----------------------
3. Kap Verde 2 stig
4. Saudi Arabia 1 stig
Leygarnáttina 27. juni:
01.00: Spania - Uruguay
01.00: Saudiarabia - Kap Verde
Bólkur I
1. Frakland 6 stig *
2. Noreg 6 stig *
---------------------
3. Senegal 0 stig
4. Irak 0 stig
* Víðari
Fríggjadagin 26. juni:
20.00: Frakland - Noreg
20.00: Senegal - Irak
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald