Hondbóltur

U20 HM: Føroyar spæla avgerandi dyst móti Noreg leygarmorgunin

Bæði hava vunnið á Kroatia og tapt fyri Japan. Vinnarin í morgin fer víðari í meginumfarið, meðan hitt liðið skal spæla Presidents Cup. Uppgerðin um 2. plássið í bólkinum byrjar klokkan 9.15 í morgin - til ber at stroyma dystin við gjaldi á handball-globe.tv.

Føroyar vunnu søguligan sigur á Kroatia í Kina í gjár, og ein sigur í morgin gevur víðari luttøku (Mynd: IHF / Kolektiff / Sasa Pahic Szabo)

Føroyar vunnu søguligan sigur á Kroatia í Kina í gjár, og ein sigur í morgin gevur víðari luttøku (Mynd: IHF / Kolektiff / Sasa Pahic Szabo)

2026-06-26 16:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U20-kvinnurnar gjørdu hol í sjógvin í Kina við sigri á Kroatia hósmorgunin. 

Sigurin í 2. umfari í HM-bólkaspælinum var fyrsti føroyski sigur higartil í einum U20 HM-endaspæli og harvið søguligur.

Les eisini: Føroysku kvinnurnar knógvaðu Kroatia

Myndir: Søguligi føroyski sigurin í Kina

[object Object]

[object Object]
Føroyskt ovfarakæti eftir sigurin í Kina í gjár (Mynd: IHF / Kolektiff / Sasa Pahic Szabo)

Søtur var sigurin í gjár eisini. Hann var við einum máli, og føroyska liðið reisti seg eftir tíggju-máls tapið fyri Japan í fysta dystinum, sum var mikudagin. Japan hevur tó víst seg at verða sterksta liðið í bólkinum og er longu víðari.

Hósdagin vann Japan 26-24 á Noreg. Umframt at Japan við hesum endar nummar eitt í bólkinum, so merkir tað, at Føroyar og Noreg leygarmorgunin skulu í beinleiðis tvídyst um 2. plássið.

Tað er hitt plássið, ið gevur víðari atgongd í HM-endaspælinum. Føroyar skulu eftir sigrinum, tí um tað endar við javnleiki, endar Noreg nummar tvey og Føroyar nummar trý.

Støðan í bólkinum undan seinasta umfar

[object Object]
Mynd: ihf.info

Lagt er harvið upp til spenanndi uppgerð. Trý'arin og fýrarin í bólkinum skulu spæla víðari í HM. Tó í President's Cup, sum er kapping um lægri plássini í endaspælinum

Til ber at keypa dystin millum Føroyar og Noreg á handball-globe.tv - hetta fyri 8 evrur.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder