Vinna Føroyar í morgun, so er plássið í miðumfarinum í U20 HM tryggjað.
Talan verður tó um eina torføra uppgávu móti Noreg.
Sí eisini: U20 HM: Føroyar spæla avgerandi dyst móti Noreg leygarmorgunin
![]()
Støðan undan 3. og seinasta umfari. Bæði Noreg og Føroyar hava vunnið á Kroatia og tapt móti Japan - tær norsku tó við betri málúrttøku
Dysturin byrjar nú klokkan 9.15 føroyska tíð. í Kina, har uppgerðin er, verður klokkan 16.15, tá avgerandi dysturin um 2. plássið í bólkinum byrjar.
Tað er handball-globe.tv, sum vísir dystin. Hetta fyri eitt gjald á 8 evrir - umleið 60 krónur.
Til ber at keypa atgongd til Føroyar - Noreg her
Viaplay vísir eisini dystir við norskum viðmerkjarum (V sport1). Neyðugt er við brúkara á stroymingartænastuni.
G.G: Í løtuni síggja tað út til at vera ávísar avbjóðingar við handball-globe.tv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald