Hondbóltur

Hákun og Füchse royna aftur - fleiri føroyingar við í Champions League 2026/2027

Óli Mittún skal royna seg móti gomlum kenningum í truplum bólki. Jóhan á Plógv Hansen skal millum annað spæla móti meistarunum úr Barcelona. Hetta er fyrstu ferð, at Champions League hjá monnum hevur 24 lið.

Eftir summarsteðgin skal týska høvuðsstaðarfelagið royna seg aftur í Champions League. Liðið hjá Hákuni West av Teigum skal koma víðari út bólkinum, har liðið er favorittur móti Veszprém (Mynd: EHF)

Eftir summarsteðgin skal týska høvuðsstaðarfelagið royna seg aftur í Champions League. Liðið hjá Hákuni West av Teigum skal koma víðari út bólkinum, har liðið er favorittur móti Veszprém (Mynd: EHF)

2026-06-27 13:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggj og tiltrongd broyting er gjørd í kappingarskipanini í Champiosn League hjá monnum:

Talið av luttakandi liðum er farið frá 16 til 24, og talið av bólkum frá tveimum til seks. Og tað er truplari enn áður at koma víðari úr bólkaspælinum.

Hjá kvinnum er framvegis gamla skipanin - næsta ár verður tað broytt. Í ársins útgávu av Champions League eru tríggir føroyskir landsliðsspælarar við.

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin hava tvey tey seinastu árini havt frálík kappingarár í Champions League og eru komin í finaluni. Har hevur tað tó ikki rokkið til gull - hóast stórt avrik hjá føroyska høgra vonginim móti Magdeburg í 2025 og hóast spennandi dyst móti Barcelona í finalu fyrr í juni.

Eftir summarsteðgin skal týska høvuðsstaðarfelagið royna aftur í Champions League. Liðið hjá Hákuni skal koma víðari út bólkinum - mest sannlíkt verður tað saman við Veszprém, sum er eitt av liðunum, sum Elias Ellefsen á Skipagøtu er settur í samband við.

[object Object]
Barcelona vann Champions League-finaluna á  Füchse Berlin fyri tveimum vikum síðani (Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen skal royna seg móti Champions League-vinnarunum, Barcelona, umframt franskari og rumenskari mótsstøðu. Saknderborg AGF hevði eitt gott ár í Danmark og endaði við silvuri, við høgra vonginum úr Havn sum profili. Nú skal ferfaldi heimsmeistarin royna seg í Champions League. 

Óli Mittún og GOG eru í Champions League annað árið á rað. Sporting CP og Pick Szeged eru favorittar í bólkinum, men liðið av Fjóni við føroyska profilinum, skal royna at koppa teimum. Michael Apelgren, sum var venjari hjá Óla í Sävehof, er venjari hjá ungarska liðnum, og Kristianstad er eisini í bólkinum. Teimum hevur Óli Mittún bæði vunnið og tapt svenska meistaraheitið ímóti.

Bólkur A:
One Veszprém HC (HUN)
Füchse Berlin (GER)- Hákun West av Teigum
FC Porto (POR)
RK Partizan AdmiralBet (SRB)

Group B:
HBC Nantes (FRA)
MT Melsungen (GER)
Orlen Wisla Plock (POL)
HC Vardar 1961 (MKD)

Group C:
Aalborg Håndbold (DEN)
Paris Saint-Germain (FRA)
HC Zagreb (CRO)
RK Celje Pivovarna Lasko (SLO)

Group D:
Sporting Clube de Portugal (POR)
OTP Bank – PICK Szeged (HUN)
GOG (DEN) - Óli Mittún
IFK Kristianstad (SWE)

Group E:
Barça (ESP)
Montpellier Handball (FRA)
CS Dinamo Bucuresti (ROU)
SAH Aarhus (DEN) - Jóhan á Plógv Hansen

Group F:
SC Magdeburg (GER)
Industria Kielce (POL)
Kolstad Handball (NOR)
HC Kriens-Luzern (SUI)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder