Annað

Flogbóltskvinnurnar vunnu 3-0 á Írlandi og á Andorra

Bert veruligur spenningur í triðju settunum - sunnudagin klokkan 8.30 spæla Føroyar hálvfinalu móti Skotlandi í SCA-kappingini, sum er í Andorra hetta vikuskifti.

Føroysku flogbóltskvinnurnar í hitanum í Andorra. - Føroyska liðið er helst ein av favorittunum at vinna kappingina, har endamálið er at vinna so nógvar dystir sum gjørligt fyri at savna týdningarmikil stig á heimsstyrkilistanum, skrivaði Flogbóltssamband Føroya áðrenn fráferð (Mynd: FBF)

Føroysku flogbóltskvinnurnar í hitanum í Andorra. - Føroyska liðið er helst ein av favorittunum at vinna kappingina, har endamálið er at vinna so nógvar dystir sum gjørligt fyri at savna týdningarmikil stig á heimsstyrkilistanum, skrivaði Flogbóltssamband Føroya áðrenn fráferð (Mynd: FBF)

2026-06-27 20:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Føroyska liðið er helst ein av favorittunum at vinna kappingina, har endamálið er at vinna so nógvar dystir sum gjørligt fyri at savna týdningarmikil stig á heimsstyrkilistanum.

Hetta skrivaði Flogbóltssamband Føroya, áðrenn farið varð til SCA kappingingina í Andorra. Sigast má, at liðið livdi upp til hetta í dag, tá føroysku flogbóltskvinnurnar spældu fyrstu dystirnar.

Teir vóru móti Írlandi og Andorra. Báðir dystirnir endaðu við 3-0 sigri til Føroyar:

Føroyar - Írland (3-0)
25-16, 25-26 og 25-23

Andorra - Føroyar (3-0)
6-25, 11-25, 21-25

Les meira um dystirnar niðast

Sum sæst, var serliga stórur munur í dystunum móti vertunum.

Úrslitini merkja, at Føroyar spæla spæla hálvfinalu ímóti nummar 2 í hinum bólkinum, sum gjørdist Skotland.

Hesin dysturin er á skránni í morgin, sunnudagin, klokkan 8.30. Stroyming sæst á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum


Sunnukvøldið eru finala og bronsudystir á skránni. 

Her sæst, hvat Flogbóltssamband Føroya skrivaði um tann tættari dystin ´idag - móti Írlandi: 

Føroyska flogbóltslandsliðið við kvinnum, sum um vikuskiftið er í Andorra og kappast um SCA-meistaraheitið. legði legði bragdliga fyri í sínum fyrsta dysti við 3-0 sigri á Írlandi. 

Írland fylgdi við til 6-6 í fyrsta setti, tá tað fór at dragna og Føroyar gjørdu eitt skarvslop upp á 19-11, áðrenn settið varð vunnið 25-16.

Írland var nógv stinnari í øðrum setti, og minkaði um munin til 16-18, tá Føroyar tóku leikbrá, sum hjálpti, og síðan drógu Føroyar frá og vunnu 25-18.

Leyst og liðugt tóktist vera, tá Føroyar løgdu seg á odda 12-6 í triðja setti, men tað skuldi kortini vísa seg at gerast nógv stravnari hjá Føroyum at vinna, tí Írland kom afturíaftur og minkaði um munin til 15-16 og síðani 22-23 og 23-24. Tá tóku Føroyar leikbrá. Komnar á vøllin aftur, servar Írland. Jacobina Joensen tekur ímóti, Janna Falkvard hevar út á vinstra kant, har Sesilia Prior hamrar bóltin í írska gólvið til 25-23 til Føroyar.

Hetta skrivar FBF um føroyska sigurin á Andorra:

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti vann eisini annan dystin hjá sær í kappingini, tá Andorra stóð fyri skotum, og uttan himpr vunnu Føroyar 3-0, og úrslitið hevur við sær, at Føroyar í morgin árini kl. 8:30 skulu spæla hálvfinalu ímóti Skotlandi, sum gjørdist nr. 2 í hinum bólkinum. 

Tað var bert í triðja settinum, at líkinda mótstøða var frá Andorra í dag, men mest var tað tí Føroyar tóku sær av løttum. 

Í hálvfinaluni sunnumorgunin ímóti Skotlandi fáa tær føroysku seg tó rættiliga royndar, tí skotska liðið hevur seinastu árini havt munin á Føroyum: 14. mai í 2022 vann Skotland 3-0 (25-18, 25-22, 25-14) og 11. mai 2019 vann Skotlandi eisini 3-0 (25-17, 25-22, 25-17). Men í 2008 bragdaði hjá Føroyum, sum tá vunnu 3-1 (21-25, 25-19, 25-20, 25-18).

Í kappingini í Andorra í hesum døgum gjørdist Skotland nr. 2 í hinum bólkinum, eftir at hava tapt 0-3 (20-25, 13-25, 25-27) fyri San Marino í dystinum um fyrstaplássið í bólkinum.

Føroyska liðið í Andorra: 
Janna Falkvard
Rebekka Osberg Højsted
Osla Johannesen
Ingibjørg S. Müller
Anja Danielsen
Henrikka Jacobsen
Eva Gunn Niclasen
Sirið Samson
Sesilia Prior
Maria Teresea Vitalis
Jakobina Joensen
og Kristina Knudsen

Høvuðsvenjari: Marjan Nikolic

Hjálparvenjarar eru Mileta Vesovic og Ognjen Nikolic.  

Stroyming frá dystunum sæst á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum á www.fbf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder