Fyri fyrstu ferð síðani 23. juni 2024 er KÍ farið av vøllinum eftir tap í landskappingini. Tá var tað ikki eins skelkandi sum í dag, hóast HB vann heili 3-0 - KÍ hevði tapt móti Víkingi í Klaksvík tríggjar vikur áðrenn og tyktiskt særbárt í fyrru hálvu av árinum.
Ávaringalampurnar hava tó verið har í ár, og hetta var fjórðu ferð, at KÍ misti stig móti botn-fimm liði (javnleikir móti AB, EB/Streymi og Skála). Nú gjørdist talan um tap, og tað var eisini tap eftir 90 minuttir við Løkin mikukvøldið í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini, har liðið hjá Magnusi Powell tó bjargaði sær í brotssparkskapping.
Nú hevur svenski venjarin roynt at tapt landskappingardyst við KÍ - KÍ var ósigrað meistaralið í 2025. Hetta var í dysti nummar 42. Og tað var móti fyrrverandi felagi hansara og fyrrverandi hjálparvenjaranum Tór-Ingar Akselsen.
Tá sá heldur tungt út, tá Tór-Ingar tók við fyri lítlum mánaði síðani, men síðani landsliðssteðgin hevur 07 Vestur bjóðað Víkingi av, vunnið á AB og nú á KÍ. Og harvið er lið í løtuni omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Hóast heimaliðið hevði bóltin meira, var sigurin uppiborin. 07 Vestur vardi og stríddist fyrimyndarliga væl í 95. minuttir, og hótti eisini javnan. Fyri steðgin hevði botnliðið bestu støðurnar, meðan føroyameistararnir so at siga einki formáddu sær á síðsta triðinginum.
KÍ kom heldur frægari út eftir steðgin, men hetta varð dagurin hjá 07 Vestur. Í 65. minutti var Casper Gedsted Hansen snildari enn Ousmane Ali og Filip Brattbakk, sum vóru millum teir KÍ'arnir, sum einki vístu í dag. Gedsted fekk gott pláss við brotsteigarmarkið, og Mark F. Jensen náddi ikki niður til skotið.
Tað gleið ikki væl hjá KÍ. Tað ávirkaði, at man hevði spælt 120 harðar minuttir mikudagin, og at liðið var liðformannin Jákup B. Andreasen fyriuttan eftir steðgin. Týðilig misnøgd var millum áskoðarnar, og máttloysi merktiskt.
Móti endanum løgdu stórfavorittarnir eitt stórt trýst, og Árni Frederiksberg og Páll Andrasson Klettskarð vóru nær við at javna. Men í fyrra førinum endaði bólturin á stongini, og í seinna førinum stórbjargaði Sebastian Wille. Stutt seinni kundu teir úr 07 Vestur stórfegnast um søta og flotta sigurin. KÍ skal hinvegin reisa seg til oddadystin við Løkin fríggjakvøldið: Áðrenn tann dystin kann munurin vera fimm stig.
![]()
Spenningur á stigatalvuni
B36 vann heldur ikki í dag
B36 var við heilt frammi í oddinum eftir sigurin á NSÍ og javnleikin móti KÍ í somu viku tíðliga í mai. Men seinasta mánaðin hevur gingist illa í hond.
Liðið hjá Jákup Martini Joensen hevur tapt 3-0 fyri NSÍ og HB - síðstnevnda eftir ógvuliga vánaligt avrik - og spælt 4-4 móti B68. Aftur í dag endaði tað við javnleiki móti einum av niðastu liðunum.
Bartal Páll Klein skoraði annars næstan beinanvegin í Streymnesi, men tvey mál frá tvífaldum FM-vinnara við B36, Gesti Bogason Dam, syrgdi fyri, at EB/Streymur var á odda 2-1 í steðginum.
Ragnar Samuelsen syrgdi tó fyri javnleiki, tá hann í 66. minutti var fyrstur á returbólti. Nakrar spentar støður vóru afturat í lívliga dystinum í Streymnesi, men tað endaði 2-2.
Bæði liðini helst nakað vónbrotin um tað eftir umstøðum, men EB/Streymur er eitt stig longur burtur frá niðurflytingarstrikuni. B36 er enn í oddastríðnum, men skal á sigurskós aftur.
NSÍ kann av álvara økja um leiðsluna í morgin - men tað verður trupult í Sarpugerði.
15. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Sunnudagin 28. juni
KÍ - 07 Vestur 0-1 (0-0)
65' Casper Gedsted Hansen 0-1
EB/Streymur - B36 2-2 (0-1)
3' Bartal Páll Klein (Jógvan Kárason Gullfoss) 0-1
10' Gestur Bogason Dam (Búi Egilsson) 1-1
23' Gestur Bogason Dam (Búi Egilsson) 2-1
66' Ragnar Samuelsen 2-2
Í morgin, mánadagin 29. juni
HB - Skála
Víkingur - NSÍ
B68 - AB
Allir dystirnir byrja klokkan 18.30 - stigatalvan sæst omanfyri
Umfarið var enn eitt prógv um tøttu og óútrokniligu deildini í ár. Klokkan 19.30 í kvøld tekur Trygvi Absalonsen saman um við gestum og hyggur fram ímóti dystunum í morgin í sendingini 3. hálvleikur á fm1.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald