HSF: Føroyar tryggjaðu sigurin í fyrra hálvleiki móti Taiwan í dag, tá støðan var 17-10 við steðgin. Seinni hálvleiki gjørdist nakað misjavnur, men var sigurin ongantíð í vanda. Føroyar vunnu trygt 30-23.
Tað var greitt undan dystinum móti Taiwan í dag, at mótstøðan var í veikara endanum av kappingini. Tað var eisini sjón fyri søgn, tí okkara vunnu sær eina rættiliga trivaliga leiðslu skjótt í dystinum. Talan gjørdist um ein dyst, har tað ráddi um at hugsavna seg, hava tol í verjuni og neyvleika í álopinum. Besti leikarin hjá Taiwan var avgjørt málverjin, sum hevði 16 bjargingar í dystinum. Føroysku venjararnir skiftu nógv út og ráddi um at fordeila orkuna millum leikararnar í mun til komandi dystir. Liðini fóru til hálvleiks við 17-10 til Føroyar.
Seinni hálvleikur var rættiliga misjavnur fyri Føroyar og endaði javnur. Spælið var óskipað, nógvar tekniskar villur og brendu okkara eisini heldur illa. Góðskumunurin á liðunum var tó somikið stórur, at sigurin ongantíð var í vanda, hóast munurin kom niður í trý mál tað einum løtuna. Føroyar strammaðu í seinastu minuttirnar og vunnu greitt 30-23.
Eftir dystin var Silja Geirsdóttir Eysberg kosin besti leikari í dystinum. Næsti dystur hjá Føroyum verður móti Tunesia í morgin, snimma, kl. 04.45.
Dystargongdin Føroyar – Taiwan:
5 min. 3-1
10 min. 5-1
15 min. 8-4
20 min. 12-5
25 min. 16-7
30 min. 17-10
35 min. 18-11
40 min. 19-13
45 min. 21-16
50 min. 24-20
55 min. 27-22
60 min. 30-23
Málskjúttar hjá Føroyum:
Silja Geirsdóttir Eystberg 8 (3)
Lív Rouch Ísfeld 6
Arnfríð Jacobsen 3
Mira Bendix Laursen 3
Joan Johannesen 2
Ró Reginsdóttir 2 (1)
Agatha Djurhuus 2
Marjun Jansdóttir 2
Helena Dahl Magnusardóttir 1
Karin Elisabeth Leonsdóttir Kjærbæk 1
Málverjar:
Gylta Djurhuus á Neystabø 15 min. 2 bjargingar, 29%
Maria Beder 45 min. 6 bjargingar, 27%
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald