Upprunaliga skuldu teir ikki vera við - Føroyar vóru marginalar frá at vinna sær pláss í U21 HM 2026, tá liðið sum U20-lið var til EM í 2025. Men eitt avboð frá Ný Sælandi gjørdi, at føroyingar kundu pakka taskurnar: Til Suðurpóllands gekst leiðin.
Hetta hildu Norðurmakedónia, Ísland og Rumenia ikki nógv um. Tí tey fingu eitt sterkt føroyskt lið í sín bólk, og einki teirra megnaði at knógva Føroyum, sum vunnu bólkin og settu yvirleggjaran høgt í Arena Katowice.
Sí eisini: Føroyar syftu Rumenia og fáa tvey stig við víðari til miðumfarið
Niklas Gaard dagsins spælari: - Tað var kensluborið og deiligt
Í miðumfarinum var mótstøðan øðilig: Frakland og Danmark. Men fyri aðru ferð hjá 04 og 05-árganginum eydnaðist tað at fella Fraklandi, einari av heimsins mætastu hondbóltstjóðum. Í tøttum og inntensum dysti skoraði Ísak Vedelsbøl avgerandi málið til 28-27, og føroyski verjuparturin var sera sterkur seinastu stóru løtuna.
![]()
Sterki alt-muligmaðurin Rókur Ziskason var aftur eftir reyða kortið móti Rumenia og fegnast her um mál móti sterku fraklendingunum. Hann átti týðandi leiklut í sigrinum (Mynd: IHF/Kolektiff)
Hoyr Óla Mittún seta orð á "sjúka" sigurin: - Skilji næstan ikki hvussu vit vunnu hetta - men vit standa saman
Eftir sigurin staðfesti annar av venjarunum, Djóni Gaard Joensen, at hann ikki hevur upplivað nakað slíkt. Og at "tjóðskaparkenslan helst noyðist at bíða eitt sindur í morgin". Her sipaði venjarin, at Føroyar skulu spæla móti Danmark men longu vóru víðari til fjórðingsfinalurnar.
Hetta gjørdist einasti dysturin, sum Føroyar taptu eftir 60 minuttir í endaspælinum. Í fjórðingsfinaluni í Sosnowiec, skamt frá Katowice, livdu Føroyar væl upp til favorittleiklutin móti Slovenia við 35-33 sigri.
![]()
Føroyskur fagnaður eftir fjórðingsfinaluna í Sosnowiec (Mynd: Sverri Egholm)
Sí allar myndirnar frá søguliga sigrinum á Slovenia her
Nú vóru Føroyar ein sigur frá HM-finalu - og tað var so at siga so tætt sum gjørligt. Hálvfinalan móti Portugal var allatíðina jøvn. Eina løtu í 2. hálvleiki vóru Føroyar við at fara frá, men tað stóð á jøvnum eftir 60 minuttir = longd leiktíð í Sosnowiec.
Ungu føroyingarnir vóru kroystir næstu minuttirnar men megnaðu at tryggja tíggju minuttir afturat, tí tað var eisini javnt eftir 70 minuttir. Í seinnu longdu leiktíðini var eisini ógvuliga tætt, og í seinastu sekundunum fingu Føroyar brotskast, tá Óli Mittún varð takklaður hart í høvdið og fekk opið sár, sum mátti seymast. Ísak Vedelsbøl tók ábyrgd, sum hann eisini gjørdi eftir dystin uttanfyri vøllin, men dugnaligi portugisiski málverjin Rema Marques bjargaði.
Bardur og vónbrotin - Óli Mittún kom við einum megnaravriki saman við føroyska liðnum, men tað rakk ikki. Nummar 78 varð dagsins spælari og toppskjútti í hálvfinaluni við ellivu málum (Mynd: Sverri Egholm) ![]()
![]()
Ein bókstaviliga særdur Óli Mittún troystar vónbrotna Ísak Vedelsbøl eftir dramatiska hálvfinaluósigurin (Myndir: Sverri Egholm)
Hoyr samrøðuna við føroyska liðformannin á gistignarhúsinum eftir tapið - ein av mest sæddu samrøðunum á Portalinum og sum fór beint í hjartað á nógvum føroyingum:
Sí eisini samrøðu við Hjalta Mohr Jacobsen eftir hálvfinaluósigurin
Nú var føroyska liðið sært á ymiskan hátt. Ungu menninir høvdu aftur víst framúr stríðsvilja og skjótt fór man frá at hugsavna seg um hálvfinalutapið til at hugsavna seg um at fáa heiðursmerki til Føroya.
Aftur til Katowice gekk leiðin, sárið hjá Óla Mittún lekti væl, og lagið varð betri takkað verið familjuni. Eygað hjá Høgna Højsted var eisini í betri standi, og eftir nógv prát um, hvør kundi vísa hendan bronsudystin, vísti føroyska liðið, hvussu nógv man vildi vinna HM-bronsu.
Føroyar skrivaðu eisini søgu við heiðursmerki í einum HM-endaspæli fyri lið - við einum flottum dysti móti Svøríki. Aleksandar Sasha Lacok í málinum varð dagsins maður, føroyingar skoraðu nógv mál eftir góðar detaljur. Allir stemplaðu inn, fingu bronsu um hálsin, og Óli Mittún varð - aftur - mest virðismikli spælari og toppskjútti
![]()
Hetta skal av...(Mynd: IHF/Kolektiff)
Og eyðkenda skeggið hjá Mladen Mjerimacka - ja, tað mátti av. Tað hevði málverjuvenjarin lovað, um so var at Føroyar fingu heiðursmerki við úr Póllandi.
Tað gjørdu ungu menninir eftir javnleik móti Íslandi og sigrar móti Norðurmakedónia, Rumenia, Fraklandi, Slovenia og til seinast Svøríki. Samstundis bergtóku føroyingarnir í Suðurpóllandi nógv har heima og nógv í hondbóltsheiminum, og standa hesir juni dagarnir sum ein varði í føroyskari hondbólts- og ítróttarsøgu.
![]()
Aleksandar Sasha Lacok spældi seg av álvara heitan í HM-endaspælinum og átti stóran lut í bronsuni. Móti Svøríki pilkaði málverjin nógv skot frá Alex Månsson, Pelle Segertoft og hinum
![]()
Svøríki megnaði heldur ikki at steðga Óla Mittún við bindi fyri eygað
Venjaraparið arm í arm beint fyri seinasta bríksl: Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen fingu nógv stór úrslit við liðnum, og fingu teir eisini stóran heiður á Ítróttafagnaðinum fyrr í ár
HM-bronsan í hús og stórur føroyskur fagnaður![]()
Bronsan er á (Myndir: Sverri Egholm)
Sí allar myndirnar, sum Sverri Egholm tók, frá løtunum í Arena Katowice - fyrst frá sjálvum dystinum og løtunum beint aftaná og síðani frá handanini :
Myndir: Søti føroyski metalsigurin á Svøríki
Myndir: Hátíðarliga og søguliga heiðursmerkjahandanin
Føroyski HM-hópurin í Katowice:
Torstein Sivertsen
Aleksandar Lacok
Sofus í Selvindi Nattestad
Rói Seyer Hjaltason
Niklas Gaard
Óla Jákup Gaard Olsen
Tóki Fríðriksson
Eyðbjørn Heini Danielsen
Ísak Vedelsbøl
Óli Mittún
Høgni Heinason
Høgni Højsted
Rókur Ziskason
Búi Djurhuus Poulsen
Trúgvi Hávardsson
Tróndur Johnsson
Málverjuvenjari: Mladen Mjerimacka
Fysioterapeut: Durita Rouch
Liðleiðari: Høgni Vilhelmsen
Føroysku umboðini í Póllandi eftir megnaravrikið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald