Fótbóltur

Týskland úti eftir brotssparkskapping - Brasil haltaði seg víðari

Paraguay stóðu fyri stórum HM-skelki í vánaligum dysti, sum endaði við veruligum drama og nógvum brendum skotum. Brasil var aftanfyri móti Japan men megnaði at venda tí og avgerða í yvirtíðini.

Teir sjarmeraðu ikki beinleiðis við leikháttinum, men teir hjá Paraguay vóru kaldari og høvdu neyðuga hepni móti týsku stórfavorittunum (Mynd: Charly Triballeau/AFP/Ritzau Scanpix)

Teir sjarmeraðu ikki beinleiðis við leikháttinum, men teir hjá Paraguay vóru kaldari og høvdu neyðuga hepni móti týsku stórfavorittunum (Mynd: Charly Triballeau/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-30 01:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvey tey størstu londini í HM-søguni høvdu stórar trupulleikar í kvøld, tá tey spældu í fyrsta røkkstøkkumfarinum (knock-out).

Brasil og Týskland vóru sjálvandi favorittar móti ávikavist Japan og Paraguay, men bert tað eina av teimum nógv vinnandi í HM-høpi kom víðari.

Tað var sum so ikki óvæntað, at Japan gav Brasil ymiskar trupulleikar; serliga tí Japan hevur víst góðar taktir í øllum HM-dystinum. Men 0-1 í steðginum sendi nakrar sjokkbylgir í fótbóltsheiminum. Eisini tí at suðuramerikanska liðið ikki spældi væl í 1. hálvleiki, og Japan javnan hótti. Málið hjá Kaishu Sano eftir 28 minuttir var eisini frálíkt.

[object Object]

[object Object]
Vekk frá Casemiro og síðani eitt gott langskot. Mainz-spælarin við fyrsta málinum í Houston. Casemiro skoraði tó sjálvur stutt seinni (Mynd: Paul Ellis/AFP/Ritzau Scanpix)

Carlo Ancelotti man hava sagt eisini okkurt rætt í steðginum, tí tað var nærum sum eitt hamskift Brasil-lið, sum kom á vøllin aftur í Houston. Trýst varð lagt á Japan, og tað gav úrslit longu tíggju minuttir eftir steðgin, tá Casemiro stútaði innlegg frá Gabriel í málið: Eitt flott mál.

Suðuramerikanska liðið stóð eisini á tí mesta restina av dystinum, og tað var langt ímillum, at Japan veruliga kom fram. Tað líktiskt tó longdari leiktíð, men í 95. minutti sló ein innskiftari til fyri fimmfaldu heimsmeistararnar. Gabriel Martinelli fann pláss í brotsteignum, og Bruno Guimaraes úr Newcastle, sum hevur flest upplegg í HM (4) fann Arsenal-spælarin. So kundu teir í gulum og bláum fegnast: Brasil er víðari til áttandapartsfinalurnar..

[object Object]

[object Object]Løtan tá Martinelli sendi bóltin framvið einum annars vælspælandi Suzuki og fagnaðurin aftaná  (Mynd: Paul Ellis/AFP/Ritzau Scanpix)

Eins væl slapp Týskland ikki. Liðið hjá Julian Nagelsmann hevur ikki sæð gott út í seinastu dystunum og taptu móti Ekvador í seinasta bólkaspælsdystinum.

Aftur í kvøld kiksaði tað móti suðuramerikanskari mótstøðu. Týskarar høvdu annars bóltin so at siga alla tíðina, serliga eftir at Paraguay legði seg á odda beint fyri steðgin, men megnaðu ikki at gera nakað serligt móti ógvuliga verjukenda Paraguay, sum meira ella minni bert spældi niðurbrótandi.

Florian Wirtz og Kai Havertz funnu eina góða loysn í 54. minutti, og so var 1-1, men longd leiktíð varð neyðug í Foxborough. Har fekk Týskland bóltin í netið hjá Paraguay, tá Jonathan Tah stútaði eftir horna, men eftir VAR-kanning varð eitt ógvuliga bleytt fríspark dømt móti málverjanum hjá Paraguay (screening). So ístaðin fyri eitt mál, sum helst burdi staðið, var brotssparkskapping á skránni í Boston.

Júst Orlando Gill gjørdist ein hetja í brotssparkskappingini, tí hann bjargaði tveimum týskum brotsspørkum. Fyrsta skotið frá Kai Havertz og síðani tað fjórða hjá Týsklandi, Nick Woltemade. Týskland skeyt fyrst, so stórt trýst kom á, men hóast Paraguay kundi avgerða tað tvær ferðir, stóð á jøvnum 3-3 (4-4) eftir fimm skot hvør.

[object Object]
Orlando Gill fegnast eftir eitt av teimum trimum brendu týsku (Mynd: Michael Reaves/AFP/Ritzau Scanpix)

[object Object]Manuel Neuer bjargaði einum skoti, men tað var ikki nóg mikið hjá 40-ára gamla málverjanum og hinum týskarunum (Mynd: Michael Reaves/AFP/Ritzau Scanpix)

[object Object]Mynd: Alexander Hassenstein/AFP/Ritzau Scanpix

[object Object]Liðugt hjá Julian Nagelsmann og teimum (Mynd: Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix)

Manuel Neuer bjargaði fimta skotinum hjá Paraguay, men hetta varð helst seinasta HM-bjarging nakrantíð hjá týska HM-vinnaranum frá 2014. Tí Jonathan Tah brendi síðani  - tað triðja týska skotið v seks - og José Canale var síðani kaldur og avgjørdi. Stórur fagnaður á teimum hjá Paraguay, sum ikki beinleiðis sjarmeraðu nógv, hóast teir vóru undirtippaðir - men sum nú vóru kaldari enn teir frá meira sigursvanda landinum.

Aftur stórt HM-vónbrot hjá Týsklandi sum eftir gullið í 2014, tvær ferðir er farið út eftir bólkaspælið og nú eftir 1/16-finalurnar. Langt frá nóg gott.

Nábúgvarnir úr Niðurlondum skulu royna seg móti Marokko í nátt. Norðurafrikanska liðið endaði á 4. plássi seinasta HM-endaspæl, og lagt er upp til brak klokkan 02.00 okkara tíð

1/16-finalurnar í HM2026:

Mánadagin 29. juni
Brasil - Japan 2-1 (0-1)
29' Kaishu Sano 1-1
56' Casemiro 1-1 
90 (+5)' Gabriel Martinelli 2-1

Týskland - Paraguay 5-4 eftir brotsspørk (1-1 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð)
42' Julio Enciso 0-1 
54' Kai Havertz 1-1

Brotssparkskapping:

[object Object]


Sunnudagin 28. juni (Los Angeles, USA)
Suðurafrika - Kanada 0-1 (0-0)
92' Stephen Eustaquio 1-0

Sí eisini: Kanda gjørdist fyrsta liðið í áttandapartsfinalunum

-------------------------------------------------------

Týsdagin 30. juni
02.00: Niðurlond - Marokko
 (Guadalupe, Mexico)

18.00: Fílabeinsstrondin - Noreg (Arlington, USA)
22.00: Frakland - Svøríki (New Jersey, USA)

Mikudagin 1. juli 
02.00: Meksiko - Ekvador (Mexico City, Mexico)
17.00: England - DR Congo (Atlanta, USA)

21.00: Belgia - Senegal (Seattle, USA)

Hósdagin 2. juli
01.00: USA - Bosnia-Herzegovina (Santa Clara, USA)
20.00: Spania - Eysturríki (Los Angeles, USA)


Fríggjadagin 3. juli
00.00: Portugal - Kroatia (Toronto, Canada)
04.00: Sveis - Algeria (Vancouver, Canada)

19.00: Avstralia - Egyptaland Egypt (Arlington, USA)
23.00: Argentina - Cape Verde (Miami, USA)

Leygardagin 4. juli
02.30: Kolumbia - Ghana (Kansas City, USA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder