Seinnapartin mánadagin skrivaðu vit um, at skiftið hjá Samuel Johansen Chukwudi til Bundesliguna í Eysturríki, bestu deildina har, var komið uppá pláss.
Í dag hava feløgini staðfesti skiftið: SJK Seinajoki skrivar, at man hevur selt til føroyska miðverjan til SV Reid og takkar honum fyri tíðina í felagnum.
Samuel Chukwudi spældi eitt og eitt hálvt ár í fremstu finsku deildini men staðfestir nú, fyri svried.at og fyri FM1, at hetta er eitt gott fet upp. 23-ára sigur eisini, at tað var ein løtt avgerð at fara til liðið í bestu deildini í Eysturríki, sum kann metast við millum annað Allsvenskan.
Hoyr alla ljóðsamrøðuna við Samuel Chukwudi her:
Samuel Chukwudi: - Vildi mett hetta er á stigi við skandinavisku deildirnar
![]()
Eftir eitt og eitt hálvt ár í SJK Seinajoki í Finnlandi, har Samuel Johansen Chukwudi millum annað spældi tveir evropeiskar dystir móti KÍ, gongur leiðin víðari (Mynd: Sverri Egholm)
Samuel Johansen Chukwudi hevur skrivað undir ein trý-ára sáttmála við SV Reid, sum er í Bundesliguni, sum telur tólv lið. Síðsta kappingarár endaði nýggja felagið hjá føroyinginum á 9. plássi.
Tað vil siga, at avtalan er galdandi til 2029, og Wolfgang Fiala, ítróttartjóri hjá Reid, heldur, at føroyski miðverjin kann mennast nógv víðari í hesum tíðarskeiðnum.
Tó vísir Fiala eisini á, at Samuel longu hevur spælt á góðum stigi í eina tíð og verið partur av føroyska A-landsliðnum.
Samuel Chukwudi var til læknakanning í gjár og er longu byrjaður at venja við SV Reid. Landskappingin í Eysturríki byrjar fyrst í august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald