Kappróður

Ár og bekk: Tóra Mouritsen og Bjørg Bárðardóttir Nolsøe vitja í dag

Tosað verður um kappróður í Miðvági og í Fuglafirði, umframt at hugt verður fram ímóti Fjarðastevnuni leygardagin. Lurtið á FM1 klokkan 17.15.

Her er Petur Hansen, formaður í Róðrarsambandinum, gestur. Jan Herman Hansen til høgru (Mynd: Sverri Egholm)

Her er Petur Hansen, formaður í Róðrarsambandinum, gestur. Jan Herman Hansen til høgru (Mynd: Sverri Egholm)

2026-06-30 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eingin FM-róður var síðsta vikuskifti, men Ár og bekk er aftur á skránni hendan týsdagin.

Í dag koma Tóra Mouritsen og Bjørg Bárðardóttir Nolsøe, ávikavist úr Miðvágs Róðrarfelagi og ÍF Kappróðri, á vitjan í FM1-rásarúminum.

Hugt verður eisini fram ímóti Fjarðastevnuni, sum verður í Vestmanna leygardagin 4. juli.

Petur Asbjørn Lervig er vertur, og Jan Herman Hansen viðvertur og serfrøðingur.

Sendingin byrjar eftir tíðindini klokkan 17, umleið klokkan 17.15. Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder