Ein leysur spæliglaður hundur órógvaði flogbóltin á Valloyruni í Sandavági eina løtu í áðni.
Har verður onnur FM-stevna í sandflogbólti hildin, og ein stroyming á Portalinum. er sett upp í tí sambandi. Har sást, at spælið varð avbrotið eina lítla løtu áðrenn tey fingu hundin av vøllinum aftur.
![]()
Annars eru fín líkindi at spæla flogbólt á Valloyruni í dag. Sólin er frammi og tað er eitt lítið lot.
Í løtuni spæla kvinnurnar og síðani spæla menninir.
Stroymingin sæst á forsíðuni á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald