Fótbóltur

Víkingur basti B36 og nærkast av álvara topp-trý

Aron Benjaminsen skoraði aftur, Jákup Johansen økti tíðliga í 2. hálvleiki, áðrenn hann varð vístur av vølli, og B36 fór av vølli uttan sigur fyri fimtu ferð á rað. Eitt stig skilur liðini í summarsteðginum.

Jørgen Nielsen og Jákup Johansen í fagnaði eftir steypasigurin á HB í síðstu viku. Í dag vunnu teir á B36 - har Jákup Johansen fekk høvuðsleiklut (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jørgen Nielsen og Jákup Johansen í fagnaði eftir steypasigurin á HB í síðstu viku. Í dag vunnu teir á B36 - har Jákup Johansen fekk høvuðsleiklut (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-07-04 16:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Góða gongdin hjá Víkingi heldur fram, og tað ger keðiliga gongdin hjá B36 eisini.

Hetta kann staðfestast eftir uppgerðina í Gundadali seinnapartin. Gestirnir vunnu 2-0 og eru harvið bert eitt stig aftanfyrifyri júst B36, nú bæði hava summarfrí frá Meistaradeildini í nakrar vikur.

Støðan í løtuni

[object Object]

Støðan í løtuni - seinastu dystirnir fyri summarsteðgin verða spældir í kvøld og í morgin 

Í verjuleikanum kunnu víkingar tó iðra seg um, at teir mistu 3-1 leiðslu móti NSÍ mánadagin (3-3), og ikki gagnnýtti yvirtalið móti KÍ í 2. hálvleiki í Sarpugerði fyri 15 søgum síðani (3-3). Høvdu teir tað, hevði Víkingur nú verið nærri 1. plássinum.

Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur sum heild spælt heldur nógvar javnleikir í ár, men spælið hevur gott størsta partin av árinum, og Víkingur stendur fyri ávísium støðufesti. Einki tap hevur verið í landskappingini í skjótt tríggjar mánaðar, og spælarar standa í blóma.

Aftur í dag stóð unga høgra síðan fyri nógvum: Stutt fyri steðgin skoraði 18-ára gamli Aron Benjaminsen við frálíkum langskoti, eftir nøkur hvøss trekk við bóltinum frá miðjum vølli, og og stutt eftir steðgin legði javngamli Jósef Ólavsson Gleðisheygg frálíka væl inn fyri. Jákup Johansen skoraði ikki í fyrstu syftu, men tað gjørdi royndi strandingurin í aðru atløgu: 2-0 eftir 50 minuttir.

Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið í Gundadali, eisini hóast Jákup Johansen fekk sítt seinna gula kort í 66. minutti. Víkingarnir arbeiddu víðari og vístu ávísa styrki. Dávid Poulsson á Líðarenda kom inn til sín annan dyst í Meistaradeildini og loysti væl Jósef av á bakkinum, og Jákup Martin Jarnskor byrjaði á fyrsta sinni í fremstu røð. Hetta á sentrala miðvøllinum har Víkingur var Aron Jarnskor Ellingsgaard fyriuttan - Árni Nóa Atlason er eisini farin til Vendsyssel nú.

Jákup Norðoy Vilhelmsen hjá Víkingi og William Rygard hjá B36 spældu annars fyri fyrstu ferð fyri feløg síni.

Fyri B36 var talan um enn eitt vónbrot. Liðið megnaði ikki at finna loysnirnar við bóltinum á heimavølli - ei heldur í yvirtali - og talan var um fimta dystin á rað, at B36 ikki fekk fult stigatal. Seinastu fimm umførini hevur havnarfelagið fingið samanlagt tvey stig. Annars hevði B36 gjørt bart fyrr í ár verið væl við í meistarastríðnum. 

Áðrenn kappingarbyrjan kundi man verið nøgdur við at farið í summarsteðg á 3. plássi, og B36 liggur framvegis til at koma aftur í Evropa. Tó noyðist liðið at koma betri út til seinnu hálvu, enn fyrra hálva endaði.

Tveir á pappírinum spenanndi dystir eru á skránni seinni í kvøld. Til ber at fylgja við ovast á Portalinum, og tikið verður samanum á FM1 í morgin klokkan 19.30

16. umfar í Meistaradeildini
Í dag, leygardagin 4. juni

B36 - Víkingur 0-2 (0-1)
41' Aron Benjaminsen 0-1
49' Jákup Johansen 0-2

Meira um dystin her

17.15: AB - EB/Streymur
18.30: Skála - B68

Í gjár, fríggjakvøldið 3. juni
19.00: NSÍ - KÍ 0-0

Meira um dystin

Les eisini: NSÍ fer í sumamrfrí við FM-fyrimuninum

Sunnukvøldið 5. juni
15.00: 07 Vestur - HB (FM1)

19.30: 3. Hálvleikir (sending við samanumtøku)

Fótbóltsskýlið við Løkin: NSÍ - KÍ, Evropa, tøtt kapping og flytingar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder