Tað gekk ikki stillisliga fyri seg, tá IK Sirius fríggjakvøldið tók ímóti Mjällby í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin í Allsvenskan.
Talan er um suverena og ósigraða oddaliði higartil í 2026 og meistararnar í fjør.
Áki Samuelsen hevur víst seg væl fram í venjingardystunum í sumamrsteðginum - seinast við tveimum málum móti FCK - og tíbetur fyri Mjällby helt hann fram í gjár.
Tí Sirius legði seg á odda 3-0 í 50. minutti. Hattrikk til Robbie Ure, og tað sá svart út hjá Áka Samuelsen og teimum. Men føroyski vinstri vongurin fekk bóltin fimm minuttir seinni og gjørdi bart: Setti tveir mans av og smekkaði bóltin í netið umvegis stongina: Góðar dribblingar og skot úr stórum tjúgu metrum.
Sí málini ovast ella á Youtube
Í 65. minutti var Áki aftur á blettinum eftir alvering útfrá í brotsteignum: 3-2. Sìðani skoraði Ure sítt 4. mál fyrrenn, men Mjallby treiskaðist aftur. Tíggju minuttir fyri leiklok eydnaðist at minka til 4-3, eftir frísparksinnlegg frá Áka Samuelsen út vinstru, og í 90. minutti kom 4-4 málið.
Liðið hjá 22-ára gamla føroyinginum er á 5. plássið í Allsvenskan og skal spæla móti AIK Stockholm um eina viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald