Ormurin Langi vann á Fjarðastevnu við einum hálvum skuti frammanfyri grannunum úr Havnarbátinum.
Aftur í dag fingu tey, sum hava áhuga fyri kappróðri nógv fyri pengarnar, tá 10 mannafarsróðurin var rógvin á Fjarðastevnu í Vestmanna.
Kappingin var millum Havnarbátin og Ormin Langa, og Klaksvíkingur kláraði als ikki at fylgja við.
Havnarbáturin fekk eina góða byrjan og legði seg frammum við einari hálvari bátslongd ella so. Spakuliga vann Ormurin Langi seg inn á Havnarbátin og tá 150 metrar vóru eftir, sníkti blái báturin seg framum.
Men til endans var øgiliga lítil munur og Ormurin Langi kom á mál við tíðini 4:16.00 og Havnarbáturin við tíðini 4:16.20. Klaksvíkingur kom á mál við tíðini 4:24.46.
(Skíggjamynd: KvF)
Hetta hevur við sær, at Ormurin Langi hevur 27 stig í FM-stróðnum og Havnarbáturin 25 stig. Hjá Klaksvíkingi er FM farið fyri í ár við bara 20 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald