Marokko avgjørdi í seinna hálvleiki móti stríðsfúsu kandisku spælarunum, meðan Frakland avgjørdi við brotssparki í 70. minutti móti Paraguay, sum hevði spælarar ið vóru stríðsfúsir á annan hátt.
Tær fyrstu áttandapartsfinalurnar í HM-endaspælinum 2026 vórðu spældar leygarkvøldið, á 250-ára tjóðardegnum hjá USA. Tann fyrra endaði við at Marokko, eins í 2022, spældi seg í 1/4-finalurnar.
Ein av hetjunum frá 2022, Azzedine Ounahi, skoraði tvey mál í sigrinum á Kanada í Houston, har øll málini komu eftir steðgin. Kanada er harvið tann fyrsta av trimu vertstjóðin, sum er úti, men hetta varð eitt søguliga gott HM-endaspæl hjá norðuramerikanska liðnum: Kanada hevði einki HM-stig fingið áður.
![]()
Ounahi smekkar bóltin í netið í Houston (Mynd: Issei Kato/Reuters/Ritzau Scanpix)
Aftur er Marokko millum tey seinastu átta í HM - seinast kom liðið uppaftur longri, men nú bíðar Frakland í 1/4-finalunum (Mynd: Hannah Mckay/Reuters/Ritzau Scanpix)
Eftir dystin millum Frakland og Paraguay í Philadelphia hevur fólk kirng heimin øst seg á sosialu miðlunum. Hetta vegna atburðin hjá spælarunum hjá Paraguay og um dómaravrikið. Hildið verður at teir hjá suðuramerikanska liðnum spældu ov svínskt og oyðileggjandi - uttan at verða revsaðir í ov stóran mun.
Tað vórðu teir tó kortini, tí í 70. minutti skoraði Kylian Mbappé við brotssparki. Harvið fylgjast hann og Lionel Messi framvegis (7 mál hvør í endaspælinum), og Frakland er aftur í einari HM-fjórðingsfinalu. Har skulu silvurvinnararnir frá 2022 hitta Marokko. Tað verður hóskvøldið.
Í kvøld og tíðliga í nátt eur ógvuliga spennandi uppgerðir á skránni - serliga fyri okkum her um leiðir.
Noreg og Brasil bresta saman í New Jersey klokkan 21, og klokkan 01.00 spælir Ongland móti meksikansku vertunum, sum einki mál hava latið inn enn, í tunnu luftini á Azteca leikvøllinum.
Leygardagin 4. juli
Marokko - Kanada 3-0 (0-0)
Paraguay - Frakland 0-1 (0-0)
Sunnudagin 5. juni
21.00: Brasil - Noreg (TV2/TV2 Play, NRK)
01.00: Meksiko - Ongland (DR1 og DRTV.)
20.00: Portugal - Spania
01.00: USA - Belgia
17.00: Argentina - Egyptaland
21.00: Sveis - Kolumbia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald