Annað

Boksing í Føroyum stendur saman í stríðnum móti neurologiskum sjúkum

Ætlanin er at bjóða serliga tillagaða boksivenjing til fólk við neurologiskum sjúkum, so sum Parkinson, Sklerosu, Alzheimers og øðrum neurologiskum sjúkum.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-07-05 16:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Boksisamband Føroya boðar frá nýggjum átaki, sum skal gera mun fyri fólki við neurologiskum sjúkum.

– Endamálið við verkætlanini er at bjóða serliga tillagaða boksivenjing til fólk við neurologiskum sjúkum, so sum Parkinson, Sklerosu, Alzheimers og øðrum neurologiskum sjúkum. Altjóða gransking og royndir vísa, at boksivenjing kann hava jaliga ávirkan á javnvág, samskipan, styrki, úthaldni og lívsgóðsku, skrivar Boksisamband Føroya.

– Í tøttum samstarvi millum Boksisamband Føroya, Klaksvík Boksing og Tórshavn Boksing verður verkætlanin Neuro Boksing Føroyar nú veruleiki.

Sum partur av verkætlanini fer Boksisamband Føroya nú at menna eina serliga útbúgving fyri venjarar í føroysku boksifeløgunum. Tá útbúgvingin er liðug, fara venjarar at standa fyri Neuro Boksing-venjingum í teimum einstøku feløgunum kring landið, soleiðis at tilboðið verður atkomuligt hjá so nógvum sum gjørligt.

– Næsta stigið verður at fáa í lag eitt tætt samstarv við sjúklingafeløg, heilsumyndugleikar og aðrar felagsskapir, ið síggja møguleikarnar í verkætlanini og ynskja at gerast partur av henni. Somuleiðis vóna vit, at fleiri samstarvspartar vilja vera við at menna hesa týdningarmiklu verkætlan, skrivar Boksisamband Føroya.

– Verkætlanin krevur tó eina munandi íløgu í byrjanini. Ein nýggj útbúgving skal mennast, og altjóða samstarvspartar skulu koma til Føroya at hjálpa okkum at byggja verkætlanina á bestu fakligu vitan og royndir. Tí fer Boksisamband Føroya í summarfrítíðini at søkja stuðul frá grunnum, fyritøkum og øðrum stuðlum í Føroyum, sum vilja vera við til at skapa eitt tilboð, ið kann gera ein veruligan mun fyri mong menniskju.

– Ein sera spennandi tíð liggur nú fyri framman hjá føroyskari boksing. Vit gleða okkum at taka næsta stigið og vísa, at boksing eisini kann vera ein týdningarmikil partur av heilsu og endurvenjing hjá fólki við neurologiskum sjúkum.
Neuro Boksing Føroyar er bara byrjanin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder