Neli Heldarskarð var fyrsti rennari, sum kom um málstrikuna, tá Bragdið Top Run var í gjár. Tíðin hjá honum var so mikið góð, at tað er besta tíðin, sum nakar føroyingur hevur runnið, 40.53.
Fyrsta kvinnan var Lydia í Lambanum og tíðin hjá henni var 59.37.
Hetta er einasta renning av sínum slagi, bert ein brekka, tí starturin er í Kollafjarðardali og málið er á Sornfelli. Tilsamans 9,8 km.
97 høvdu meldað til, og tað fevndi um bæði royndir rennarar, sum eru við ár udan ári, men eisini fleiri, sum runnu við fyrstu ferð.
Sí myndir sum Jens Kristian Vang tók
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald