- Vit hava víst tað áður, serliga móti Týsklandi í fjør, at vit kunnu spæla upp ímóti øllum á degnum. Tá spældu vit bara hondbólt, sum vit duga - og vit hava klókar og kvikar spælarar.
Hetta sigur Jákup Egholm, týðandi spælari á U20-landsliðnum sum mikudagin setur orð á U20 EM-endaspælið í Rumenia.
Dysturin dugnaligi vinstri vongurin sipar til, var javnleikurin móti Týsklandi í U19 HM í 2025. Týskarar endaðu við at gerast heimsmeistarar, men Føroyar vunnu teir á.
Og tað heldur Jákup lýsir Føroyar væl: Eitt lið sum hevur eitt høgt toppstig - men sum skal lyfta sítt botnstig nakað.
Hoyvíkingurin hevur eisini verið við eldru árgangunum til endaspæl og setur orð á munin á teimum og so 06- og 07-arunum, sum í dag hava ferðast til Rumenia.
Føroyar eru í bólki saman við Serbia, Turkalandi og Sveis. Fyrsta uppgávan er Serbia mikukvøldið; eitt kropsliga sterkt lið, sum tó burdi ligið fínt til Føroyar, vísir Jákup Egholm á.
Dysturin kann stroymast á Portalinum mikudagin 8. juli 17.30.
Fyrsta málið hjá Føroyum er at koma víðari úr hesum bólkinum, til miðumfarið. Um tað ikki eydnast, skulu føroysku U20-menninir enda í topp-15 fyri at tryggja sær pláss í U21 HM-endaspælinum næsta ár
Hoyr samrøðuna, sum vit gjørdu við Jákup Egholm í Hoyvíkskhøllini sunnudagin, ovast.
Myndir: Seinasta venjing undan EM-fráferð
Sí skránna fyri bólkaspælið her - tvey lið koma víðari til miðumfarið, sum er fyrsta málið hjá føroyska liðnum
Mikudagin 8. juli 17:30
Serbia-Føroyar
Hósdagin 9. juli 12:30
Føroyar-Turkaland
Leygardagin 11. juli 17:30
Sveis-Føroyar
Til ber at síggja allar dystirnar beinleiðis og ókeypis á Portalinum og lurta beinleiðis á FM1
--
Málverjar:
Ingi Johannesen, Neistin
Bjarni Gunnarsson Jacobsen, VÍF
Útileikarar:
Magnus Árason, Mors-Thy Håndbold
Filip Haldansen, VÍF
William Napoleon Djurhuus, H71
Jákup Egholm, TMS Ringsted
Helgi Haldórsson Fossádal, H71
Torkil Debes Dahl, EB
Jógvan Andreas Lamhauge, Neistin
Julian Joensen, H71
Lýðar í Dímun, Neistin
Rúnar Hammer, Bjerringbro-Silkeborg
Fríði í Innistovu, VÍF
Erling Erlendsson, Kyndil
Pauli Hentze Rasmussen, TMS Ringsted
Jón Eyðunsson Midjord, Neistin
Venjarar hjá liðunum eru Scott Harrington og Kristinn Guðmundsson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald