Fótbóltur

FM1 sigur frá fyrsta evropeiska dystinum í 2026

Pætur Nolsøe og Jóan Pauli Jacobsen verða til reiðar við mikrofonina við Djúpumýru stutt fyri klokkan 19.45. Til ber eisini at fylgja við á Portalinum og aftaná vera samrøður og annað.

Pætur Nolsøe og KÍ-venjarin Magnus Powell á Ársins Spælara tiltakinum í fjør. Nú hevur ársins venjari í fjør aftur stóra uppgávu fyri framman (Mynd: Jens Kr. Vang)

Pætur Nolsøe og KÍ-venjarin Magnus Powell á Ársins Spælara tiltakinum í fjør. Nú hevur ársins venjari í fjør aftur stóra uppgávu fyri framman (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-07-07 12:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld skal KÍ royna seg í fyrra dystinum í 1. umfari í Champions League. Hetta móti meistaraliðnum úr Luksemborg.

KÍ stendur sum favorittur, men tað er ilt at meta um, júst hvat føroyameistararnir fara at møta í Klaksvík.

Les meira í upptaktini her: KÍ skal taka fyrsta fetið móti longum evropeiskum summari

FM1 og Portalurin gera nógv burturúr Champions League-kvøldinum. 

Sagt verður frá beinleiðis á FM1. Tað vera Pætur Nolsøe og Jóan Pauli Jacobsen, sum fara at leiða lurtaran ígjøgnum dystin.

Aftaná verða samrøður - eisini videosamrøður á Portalinum. Har ber til at fylgja gongdini beinleiðis, og ymiskt annað tilfar verður eisini úr Klaksvík, har KÍ og Bissen byrja klokkan 19.45. 

Champions League 1. umfar, fyrri dystur
Í dag, týsdagin 7. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - FC Atert Bissen (Luksemborg) 

FM1 sigur frá og tað veðrur eisini nógv tilfar frá dystinum á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder