Í kvøld klokkan 19.45 setur KÍ hol á evropeiska summarið, tá Atert Bissen vitjar.
Talan er um meistaraliðið úr Luksemborg, og tað var eisini eitt meistaralið úr Luksemborg, sum KÍ møtti í 1. umfari í Champions League í 2024.
Tá eydnaðist at koma víðari við 2-0 sigri samanlagt, Árni Frederiksberg skoraði bæði málini móti Differdange í Klaksvík, og tað var nóg mikið, hóast tað ikki koyrdi so væl hjá KÍ tá. Tað hjálpti væl, at heimaliðið fekk reytt kort tíðliga í nógva hitanum í Luksemborg í seinna dystinum.
![]()
Árni Frederisberg gjørdi av álvara bart í 2023 og aftur árið eftir í Champions League. Her hevur 7'arin skorað brotsspark, sum hann sjálvur vann KÍ, í fyrra dystinum móti Differdange (Mynd: Sverri Egholm)
Í 2023 vann KÍ eisini í 1. umfari í Champions League uttan at lata mál inn. Tá skoraði Árni Frederiksberg eisini tvey mál og Luc Kassi eitt - Hetta í útidystinum í Budapest. KÍ helt eisini málið reint tá, men tað var greitt meira óvæntað, at KÍ vann á Ferencvaros, enn at man vann árið eftir.
Í 2022 vann KÍ 3-1 í heimadystinum móti Bodø/Glimt í 1. umfari í Champions League, men tað endaði 3-0 til norsku meistararnar í fyrra dystinum, og harvið fór KÍ tá beint í Conference League.
Margháttilig støða var í 2020. Korona setti av álvara dám á tá: Bert ein dystur skuldi spælast, og tað skuldi vera fyrsti evropiski dystur í Klaksvík. Men eingin dystur varð spældur. Hópurin hjá Slovan Bratislavia varð raktur av koronusmittu, og KÍ kom víðari við 3-0 sigri á skrivaraborðinum.
Harvið er KÍ komið víðari tríggjar útav fýra liðum, tá liðið í nýggjari tíð er farið undir eitt evropeiskt kappingarár sum meistari. Í 1992, móti Skonto Riga, og í 200, móti Reyðu Stjørnu, tapti KÍ greitt samanlagt í 1. umfari av Champions League.
Úrslit hjá KÍ í 1. umfari í Champions League seinastu árini:
2020: KÍ - Slovan Bratislavia 3-0 (Uttan dyst - koronusmitta)
2022: KÍ - Bodø/Glimt 3-4 samanlagt
2023: KÍ - Ferencvaros 3-0 - bólkaspæl eftir sigur í 2. umfari eisini
2024: KÍ -Differdange
Í fjør byrjaði KÍ í 1. umfari í Conference League og kom víðari tvær ferðir
At koma víðari í 1. umfari í Champions League er ógvuliga týðandi. Eitt er, at tað gevur fimm og eina hálva millión afturat í kassan hjá KÍ, men tað gevur eisini væl størri møguleikar í Evropa í ár: Tveir "eykamøguleikar" at røkka deildarspælið.
Vinnur KÍ hetta umfarið, skal liðið spæla í minsta lagi seks evropeiskar dystir afturat í summar.
Sí eisini: KÍ skal taka fyrsta fetið móti longum evropeiskum summari
Champions League 1. umfar, fyrri dystur
Í dag, týsdagin 7. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - FC Atert Bissen (Luksemborg)
FM1 sigur frá og tað verður eisini nógv tilfar frá dystinum á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald