KÍ var á veg móti ógvuliga góðum útgangsstigi - tí sama sum móti meistarunum úr Luksemborg í 1. umfari í Champions League fyri tveimum árum síðani - men eitt vælspælt mál frá Bissen og eitt KÍ-lið sum fall nakað í stigi gjørdu, at tað endaði 2-1.
Málini hjá heimaliðnum vóru góð: Flott og beinrakin innlegg og frálíkir stútarar. Fyrst Brito til Oussama Ali, sum í eini 80 minuttir spældi sín kanska besta dyst í KÍ-blusuni, og í 2. hálvleiki: Árni til Páll við frísparki. Talan var um Evropa-mál nummar 14 hjá Pálli Klettskarð, og harvið eru hann og Árni Frederiksberg javnur.
Seinna málið kom í 50. minutti, og tað lá kanska í luftuni, at liðið hjá Magnusi Powell fór at vinna sær størri lfyrimun. Men útiliðið svaraði skjótt aftur, og móti endanum skuldi KÍ standa ímóti.
Føroyameistararnir fara við smalari leiðslu til Luksemborg, har liðini hittast aftur mikudagin 15. juli.
Samrøður, fleiri myndir og annað úr Klaksvík seinni
Champions League 1. umfar, fyrri dystur
Í dag, týsdagin 7. juli við Djúpumýru
KÍ - FC Atert Bissen 2-1 (1-0)
14' Oussama Ali (Jean Carlos De Brito) 1-0
50' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 2-0
57' Tiago Rodriguez Da Costa 2-1
KÍ: 5-4-1/3-4-3: Mark Jensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Tellechea, Gilli Rólantsson Sørensen (69' Jonn Johannessen), Jean Carlos De Brito - Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Deni Pavlovic (84' Símun Kalsø), Oussama Ali (90+4' Hampus Nesstrøm) - Páll Andrasson Klettskarð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald